Læraravegleiðing
Áðrenn tú byrjar…
- Í vegleiðingini verða orð, sum eru merkt við bláum, greidd frá í orðalistanum aftast í hesum skjalinum. Á heimasíðuni eru hesi orð undirstrikað við bogaðum linjum. Trýstir tú á tey, fært tú lýsinginga av teimum í GUARDNA-samanhangi.
- Orð ella setningar, sum eru blá og undirstrikað, hava eitt leinki til eina heimasíðu.
Contents
1. Inngangur
Eitt ‘blómandi’ Norðuratlantshav hevur alt at siga fyri okkara norðurlendska øki, sum veitir okkum súrevni, mat og annað tilfeingi og javnvág í veðurlagnum. Men seinastu áratíggjuni hava menniskjaligt virksemi og veðurlagsbroytingar hótt høvini yvirhøvur og serstakliga summi djórasløg millum havsúgdjórini.
Í hesum samanhangi hevur GUARDNA (Guardians of the North Atlantic) sum mál at læra ung í norðurlondum (í aldrinum 7–20 ár) um tað átrokandi neyðuga í at verja havið og gera tey ungu før fyri sum “blá sameind” at arbeiða fyri einari burðardyggari nýtslu av havumhvørvinum. Av tí at havsúgdjór hava stóran týdning fyri nógv fólk, brúkar GUARDNA hesi ungu sum ikonisk umboð fyri havið.
Undirvísingartilfar er framleitt, sum setur sjóneykuna á havsúgdjór, hóttanirnar móti teimum, hvussu tey verða nýtt, og hvønn leiklut og hvørja ábyrgd vit hava. Tilfarið fevnir um kunningaruppsløg, ítøkiligar uppgávur og møguleikar at koma tætt at veruligari gransking. Endamálið er at hugfanga næmingarnar og hevja teirra tilvitsku um tær avbjóðingar, sum vistskipanin í havinum sum heild er fyri. Næmingarnir skulu eisini skilja margfeldið og alstóru mongdina av sínámillum ávirkanum í vistskipanini, og at tær ymisku umstøðurnar í Norðuratlantshavinum krevja ymiskar loysnir.
NAMMCO (The North Atlantic Marine Mammal Commission) er ein millumtjóða felagsskapur, sum hevur til uppgávu at tryggja burðardygga nýtslu og vernd av havsúgdjórum í Norðuratlantshavinum. Tað er NAMMCO, sum gongur á odda fyri GUARDNA-verkætlanini saman við luttakarunum úr limalondunum og Danmark. Kunning um hesi serstøku londini snýr seg bert um NAMMCO londini (Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg) og Danmark.
1.1. Um hendan faldaran
Hesin bóklingur skal hjálpa læraranum at brúka GUARDNA-undirvísingartilfarið í floksstovuni.
GUARDNA-tilfarið fevnir um uppgávuuppsløg og kunningaruppsløg, umframt ein orðalista, har greitt verður frá fakorðunum í serliga samanhanginum í hesum uppsløgum. Hugskotið er at brúka uppgávurnar sum ein stuttligan og áhugaverdan inngang til at kanna innihaldið, sum er útvegað í kunningaruppsløgunum. Kunningaruppsløgini bjóða í sjálvum sær upp á evni til samrøðu og orðaskifti í flokkinum ella til víðari gransking, sum næmingarnir sjálvir kunnu fremja og síðani leggja fram fyri flokkinum.
Á komandi síðunum verður uppsetingin av ymisku uppsløgunum lýst, og hvussu tey eru ætlað at verða brúkt. Mennir tú upprunatilfarið víðari ella hevur uppskot til nýtslu, vildu vit fegin hoyrt frá tær!
2. Uppgávuuppsløg
2.1. Endamál
Uppgávuuppsløgini fevna um nógvar ymiskar venjingar og verkligar uppgávur, bæði inni og úti. Ætlanin er, at tey verða brúkt saman við kunningaruppsløgunum á slíkan hátt, at tey stuðla hvør øðrum innihaldsliga í meira víðfevnandi samanhangum. Uppgávurnar eru gjørdar soleiðis, at tær kunnu lagast til ymisk evni tvørtur um fleiri lærugreinir í námsætlanini, eitt nú náttúruvísinda lærugreinunum, støddfrøði, mál og etikk.
Í hesi talvuni sært tú lærumálini, tað er teir førleikar, sum næmingarnir ogna sær við hvørjari uppgávu. Lærumálini standa eisini á hvørjum uppgávublaði. Tey eru lagað til námsætlanirnar hjá hvørjum landi sær.
Summar uppgávur skulu gerast úti fyri at kveikja hugin at kanna og verja staðbundnu vistfrøðina í havinum. Tá ið næmingarnir gerast virknir í sínum egna strandarumhvørvi, til dømis við at læra um staðbundin djórasløg og samspælið teirra millum, eggjar tað til tiltøk, ið fremja ábyrgdarfulla umhvørvisatferð í teirra egna samfelagi, tað veri seg við strendurnar ella inni í landinum. Hetta kveikir áhuga fyri læring í sambandi við royndarvirksemi og í tvørfakligum sambondum, ið ger vernd av havumhvørvinum viðkomandi í nógvum ymiskum undirvísingarhøpi.
Uppgávur, sum knýta seg til MINTAG og NASS24 geva næmingunum møguleikar at fylgja veruligari gransking á høgum støði. Hetta skapar eitt sterkt samband til havgransking og økir áhugan fyri sonevndu STEAM-lærugreinunum (vísindi, tøkni, verkfrøði, list og støddfrøði).
Legg til merkis: Nýggjar uppgávur koma støðugt á heimasíðuna, so hygg regluliga eftir nýggjum tilfari.
2.2. Hvussu uppgávuuppsløgini skulu brúkast
Niðanfyri er ein stig-fyri-stig-vegleiðing um, hvussu vit mæla til at brúka uppgávuuppsløgini.
- Vit mæla til at lesa læraravegleiðingina ígjøgnum fyrst fyri at skilja, hvussu tað er hugsað, at tilfarið skal nýtast.
- Far inn á heimasíðuna og lat upp ta uppgávuna, tú ynskir, undir teiginum Uppgávur. Tá ið tú kennir tilfarið, kanst tú gera av, hvørjar uppgávur hóska best til tínar næmingar.
- Kunningin um, hvussu uppgávurnar skulu greiðast, er tøk á netinum, men tú kanst eisini skriva út og nýta tað uttan netatgongd.
- Lærarar kunnu fara eftir uppgávuvegleiðingini við at trýsta á knøttin “Tak uppgávu niður (Lærarar)“. Hendan útgávan til lærarar hevur loysnir og frágreiðingar, sum ikki eru í næmingaútgávuni ella á høvuðsheimasíðuni hjá uppgávuni. Uppgávuvegleiðingin til lærarar gevur soleiðis eitt nágreiniligt yvirlit yvir uppgávuna.
- Skjalið undir “Tak uppgávu niður (Næmingar)” hevur somu kunning sum á heimasíðuni, nevniliga ta leiðbeining, sum ætlanin er, at næmingarnir skulu fylgja (við vegleiðing frá læraranum). Tað er óivað lættari hjá næmingunum at fylgja við, um hetta verður skrivað út.
- Alt tilfar, sum skal brúkast, er at finna undir teiginum “Tilfar”. Her eru eisini fylgibløðini, sum eru neyðug fyri at útinna uppgávuna. Vit mæla til at skriva hesi út og býta tey út til næmingarnar.
- Kunningaruppsløgini, sum veita neyðuga støðiskunnleikan fyri at fullføra uppgávuna, eru at finna undir teiginum “GUARDNA-uppsløg”.
3. Kunningaruppsløg
3.1. Endamál
3.2. Uppsløg um djórasløg
Hesi uppsløgini geva kunning um havsúgdjór (hvalir og kópar) í GUARDNA-økinum. Her er upplýsingartilfar, sum NAMMCO hevur savnað (meira kunning er at finna á heimasíðuni), um lívfrøðina og vistfrøðina hjá hvørjum djóraslagi, umframt nýggjastu stovnsmetingarnar fyri mest viðkomandi økini.
Her eru nakrar frágreiðingar, sum hjálpa tær at skilja uppsløgini betri:
- Uppsløgini hava altíð enska heitið, tað vísindaliga heitið og tað vanliga heitið á djóraslagnum á teimum seks GUARDNA-málunum: danskt, føroyskt, grønlendskt, íslendskt, norskt og norðursámiskt.
- Longd, vekt og aldur hjá vaksnum djórum: Hetta eru hámarkstøl fyri longd, vekt og aldur, sum djóraslagið kann røkka, uttan mun til kyn. Ofta er stórur munur á stødd og aldri hjá kall- og kvenndjórum. Hetta er ymiskt frá einum djóraslagi til annað. Til dømis er kvennbláhvalur størri enn kallbláhvalur. Hjá avgusti er kallhvalurin nógv størri enn kvennhvalurin. Hjá bóghvítuhvalinum er kallhvalurin størri, men kvennhvalurin livir vanliga nógv longri.
- Uppsløgini um djórasløg vísa europeisku IUCN-friðingarstøðuna. Tey vísa eisini, nær hendan metingin varð gjørd, tí hon kann broytast við árunum. Tú kanst kanna IUCN-støðuna í IUCN-reyðlistanum fyri hótt djórasløg. Viðhvørt er altjóða og europeiska IUCN-støðan ikki tann sama við tað, at støðan hjá stovnunum kann vera ymisk í ymiskum økjum. Til dømis kann stovnurin hjá einum djóraslagi hava tað gott í altjóða høpi, men í europeiskum høpi er stovnurin viðbrekin ella í vanda – ella øvugt. Eitt dømi um hetta er nebbafiskurin, sum er viðbrekin í altjóða høpi, men hevur tað gott í Europa. Árstalið fyri hvørja serstaka meting stendur í klombrum.
- Landafrøðilig nøvn, til dømis NA, NEA, Subarktis og Arktis, verða sýnd á einum landkorti aftast á hesum skjali. Hygg undir teigin “Landafrøðilig heiti” fyri at fáa frágreiðing.
- Stovnsmetingar: Tað er ómøguligt at telja neyvt, hvussu nógv havsúgdjór eru í einum ávísum havsúgdjórastovni. Tí verður mongdin mett við yvirlitskanningum og eftirfylgjandi við viðhvørt heldur torgreiddum útrokningum. Nakað av óvissu er altíð knýtt at hesum tølum. Hesi tøl verða tí oftast givin upp við hesi óvissu ella við møguligum virðum í einum ávísum talstrekki. Fyri at gera tað einfalt vísa uppsløgini um djórasløg sonevndar rundaðar “bestu” metingar. Fyri summi djórasløg eru ongar neyvar metingar í ávísum økjum, orsakað av logistiskum trupulleikum við at gera yvirlitskanningar. Tá verður ein meting av nøgd givin fyri eitt størri øki, til dømis fyri alt Arktis ella Norðuratlantshav. Hetta fevnir tó altíð um veiðiøkini. Eitt nú verður nøgdin av grønlandskópi og klappus givin fyri alt Norðuratlantshavið, tí teir verða eisini veiddir í Vesturgrønlandi. Kortið vísir økið, har stovnsmetingin er galdandi.
- Talið á veiddum djórum er miðaltalið fyri 2019–2023 fyri alt landið. Fleiri umsitingarøki kunnu vera í sama landi. Fyri NAMMCO-londini kunnu árligu tølini fyri hvørt umsitingarøki síggjast í veiðidátugrunninum.
- Talið á veiddum djórum fevnir um djór, sum verða nýtt til matna og djór, sum verða dripin fyri at verja móti skaða á fiskivinnu ella alivinnu. Talið fevnir ikki um hjáveiðu ella djór, sum eru veidd ólógliga.
3.3. Uppsløg um áhugabólkar
Uppsløg um áhugabólkar lýsa ymsu áhugabólkarnar, ið á einhvønn hátt fáast við havsúgdjór sum tilfeingi í Norðuratlantshavinum. Hetta fevnir um matveiting, frítíðarvirksemi, vísindi, umframt mentanarlig og umsitingarlig áhugamál.
Yvirlitið yvir ávirkanina hjá áhugabólkunum gevur næmingunum innlit í grundleggjandi heimildir (power-interest matrix), tá tað snýr seg um umsiting av havsúgdjórum í Norðuratlantshavinum. Hetta er eitt amboð, ið verður brúkt til at flokka áhugabólkar eftir:
- hvussu stóra ávirkan teir hava á avgerðargongdina,
- hvussu nógv evnið beinleiðis ávirkar teirra egna lív, og harvið hvussu stórur persónligi áhugin er fyri avgerðargongdunum.
Í PDF-útgávuni av uppsløgunum eru áhugabólkarnir settir inn í yvirlitið (the matrix), alt eftir teirra núverandi ávirkan og áhugamálum. Á heimasíðuni er hetta yvirlitið samvirkið, so næmingarnir sjálvir kunnu seta áhugabólkarnar har, sum, teir halda, teir hoyra heima. Lærarar verða eggjaðir til at vegleiða næmingunum í at eftirmeta tilfarið við at lesa tað vandaliga og skifta orð um spurningar sum: Eiga veiðifólk at hava meira vald? ella hvussu man ávirkanin hjá almenninginum fara at broytast við tíðini?
3.4. Uppsløg um brúkarar
Síðani forsøguliga tíð hava havsúgdjór, ið hava gjørt landgongd ella eru strandað ella veidd, verið tilfeingið hjá nógvum strandarsamfeløgum kring heimin. Hetta fevnir bæði um mat og tilfar, og eisini um listarligan og andaligan íblástur. Í nýggjari tíð hevur frítíðarvirksemið í sambandi við havsúgdjór ment seg (eygleiðing av kópi og hvali). Uppsløgini lýsa fjølbroytni í tilfeinginum frá havsúgdjórunum.
3.5. Uppsløg um hóttanir
Burðardygdin hjá einum djórastovni ella einum djóraslagi er ein javnvág millum stovnsnøgdina, stovnsdynamikkin, til dømis hvussu skjótt djóraslagið nørist, og ávirkanina frá fólki. Ávirkanin kann vera beinleiðis, til dømis veiða og hjáveiða, ella óbeinleiðis, eitt nú veðurlagsbroytingar. Tað er týdningarmikið at geva sær far um, at ein hóttan móti einum einstøkum djóri ikki neyðturviliga er ein hóttan móti øllum stovninum. Til dømis, meðan veiða sjálvsagt er ein váði fyri einstaka djórið, so hóttir ein ábyrgdarfull og burðardygg veiða ikki stovnin sum heild.
Uppsløgini um hóttanir geva eitt yvirlit yvir hóttanir ella avbjóðingar, sum havsúgdjór í Norðuratlantshavinum eru fyri, og hvørt vit lættliga kunnu minka um tær.
Litti bjálkin úti á síðuni á fyrstu blaðsíðuni vísir, hvussu lætt ella torført tað er at máta hvørja hóttan sær í vavi – og at minka um hvørja hóttan sær. Reyður litur vísir, at tað er stórur trupulleiki – og grønur litur vísir, at tað er ein minni trupulleiki
4. Landafrøðilig hugtøk
Nógv landafrøðilig hugtøk eru nevnd í GUARDNA-uppsløgunum. Landkortið niðanfyri vísir økið, sum svarar til tey landafrøðiligu hugtøkini, ið verða brúkt í uppsløgunum. Gev gætur, at landamørkini, ið her eru nýtt, ikki eru alment galdandi og bert eru ætlað sum tilvísing.
Landafrøðiligar frágreiðingar í GUARDNA:
- NAMMCO-økið: Hetta fevnir um havøkið kring NAMMCO-limalondini (Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg), bæði teirra serligu búskaparøki (EEZ) og altjóða sjógvin.
- GUARDNA-økið: Hetta fevnir um omanfyri nevndu øki umframt havið kring Danmark.
- Arktis: Lýsingin av arktiska økinum svarar til landamørkini hjá CAFF (Conservation of Arctic Flora and Fauna).
- Subarktis: Økið beint sunnan fyri Arktis og norðan fyri tey tempraðu økini í Norðuratlantshavi.
- Norðuratlantshav (NA): Norðari partur av Atlantshavinum, ið røkkur frá miðkringinum (ekvator) norðureftir móti Íshavinum.
- North East Atlantic (NEA): Refers to the eastern portion of the North Atlantic.
5. Tilvísingar
Hóttanir
Hjáveiða & Fløkja:
[1] Read, A.J., Drinker, P., & Northridge, S. (2006). Bycatch of Marine Mammals in U.S. and Global Fisheries. Conservation Biology, 20: 163-169. https://doi.org/10.1111/j.1523-1739.2006.00338.x
[2] International Whaling Commission. Conservation and Management – Entanglement of large whales. https://iwc.int/management-and-conservation/entanglement
[3] ASCOBANS. (2020, September 4). Bycatch – Still a Major Cause of Small Cetacean Mortality. https://www.ascobans.org/en/news/bycatch-%E2%80%93-still-major-cause-small-cetacean-mortality
[4] NAMMCO. By-catch, entanglement and ship strike. https://nammco.no/by-catch-entanglement-and-ship-strike
Veðurlagsbroytingar:
[1] Rantanen, M., Karpechko, A. Yu., Lipponen, A., Nordling, K., Hyvärinen, O., Ruosteenoja, K., Vihma, T., & Laaksonen, A. (2022). The Arctic has warmed nearly four times faster than the globe since 1979. Communications Earth & Environment, 3(1), 168. https://doi.org/10.1038/s43247-022-00498-3
[2] Kovacs, K. M., Lydersen, C., Overland, J. E., & Moore, S. E. (2011). Impacts of changing sea-ice conditions on Arctic marine mammals. Marine Biodiversity, 41(1), 181–194. https://link.springer.com/article/10.1007/s12526-010-0061-0
[3] Duengen, D., Burkhardt, E., & El-Gabbas, A. (2022). Fin whale (Balaenoptera physalus) distribution modeling on their Nordic and Barents Seas feeding grounds. Marine Mammal Science, 38(4), 1583–1608. https://doi.org/10.1111/mms.12943
Skerjing av havvistskipanini
[1] World Economic Forum. (2018, August 3). Only 13% of the world’s oceans are untouched by humans. https://www.weforum.org/stories/2018/08/new-map-shows-that-only-13-of-the-oceans-are-still-truly-wild/
[2] Marine Conservation Institute. 30×30: Protecting at least 30% of the ocean by 2030. Retrieved May 20, 2025, from: https://marine-conservation.org/30×30/
[3] OSPAR Commission. (2022, October 5). 11% of the North-East Atlantic is now protected. https://www.ospar.org/news/mpareport
[4] Akandil, C., Plekhanova, E., Rietze, N., Oehri, J., Román, M. O., Wang, Z., Radeloff, V. C., & Schaepman-Strub, G. (2024). Artificial light at night reveals hotspots and rapid development of industrial activity in the Arctic. Proceedings of the National Academy of Sciences of the United States of America, 121(44), e2322269121. https://doi.org/10.1073/pnas.2322269121
Veiða
[1]
[2] Rocha, R. C., Clapham, P. J., & Ivashchenko, Y. V. (2014). Emptying the oceans: a summary of industrial whaling catches in the 20th century. Marine Fisheries Review, 76(4), 37-48. https://doi.org/10.7755/MFR.76.4.3
Ljóðórógv
[1] Huntington, H. P., Boyle, M., Flowers, G. E., Weatherly, J. W., Hamilton, L. C., Hinzman, L., Gerlach, C., Zulueta, R., Nicolson, C., Overpeck, J. (2007). The influence of human activity in the Arctic on climate and climate impacts. Climatic change 82, 77–92. https://doi.org/10.1007/s10584-006-9162-y
[2] Tervo, O. M., Blackwell, S. B., Garde, E., Hansen, R. G., Samson, A. L., Conrad, A. S., Heide-Jørgensen, M. P. (2023). Stuck in a corner: Anthropogenic noise threatens narwhals in their once pristine Arctic habitat. Science Advances 9, eade0440. https://doi.org/10.1126/sciadv.ade0440
[3] Jepson, P., Arbelo, M., Deaville, R. et al. Gas-bubble lesions in stranded cetaceans. Nature 425, 575–576 (2003). https://doi.org/10.1038/425575a
Dálking
[1] Jambeck, J. R., Geyer, R., Wilcox, C., Siegler, T. R., Perryman, M., Andrady, A., Narayan, R., & Law, K. L. (2015). Plastic waste inputs from land into the ocean. Science, 347(6223), 768–771. https://doi.org/10.1126/science.1260352
[2] Kosior, E., & Crescenzi, I. (2020). Solutions to the plastic waste problem on land and in the oceans. In: T. M. Letcher (Ed.), Plastic waste and recycling (pp. 415–446). Academic Press. https://doi.org/10.1016/B978-0-12-817880-5.00016-5
[3] James, N. A., & Große, A. (2023). Marine Mammals and Interactions with Debris in the Northeastern Atlantic Region: Synthesis and Recommendations for Monitoring and Research. In: Grimstad, S.M.F., Ottosen, L.M., James, N.A. (Eds.), Marine Plastics: Innovative Solutions to Tackling Waste. Springer, Cham. https://doi.org/10.1007/978-3-031-31058-4_1
[4] Jepson, P. D., & Law, R. J. (2016). Persistent pollutants, persistent threats. Science, 352(6292), 1388–1389. https://doi.org/10.1126/science.aaf9075
[5] Borrell, A. (1993). PCB and DDT in blubber of cetaceans from the northeastern north Atlantic. Marine Pollution Bulletin, 26(3), 146–151. https://doi.org/10.1016/0025-326x(93)90125-4
[6] International Whaling Commission (IWC). (2020). Report of the IWC Workshop on Marine Debris: The Way Forward, 3-5 December 2019, La Garriga, Catalonia, Spain. SC/68B/REP/03. Available at https://archive.iwc.int/pages/view.php?ref=17025&k=
[7] Nelms, S. E., Barnett, J., Brownlow, A. et al. (2019). Microplastics in marine mammals stranded around the British coast: ubiquitous but transitory? Scientific Reports, 9, 1075. https://doi.org/10.1038/s41598-018-37428-3
[8] Jepson, P. D., Deaville, R., Barber, J. L. et al. (2016). PCB pollution continues to impact populations of orcas and other dolphins in European waters. Scientific Reports, 6, 18573. https://doi.org/10.1038/srep18573p
[9] Murphy, S., Barber, J. L., Learmonth J. A. et al. (2015). Reproductive Failure in UK Harbour Porpoises Phocoena phocoena: Legacy of Pollutant Exposure? PLoS ONE, 10(7), e0131085. https://doi.org/10.1371/journal.pone.0131085
Skipssamanstoytur
[1] Tournadre, J. (2014), Anthropogenic pressure on the open ocean: The growth of ship traffic revealed by altimeter data analysis. Geophysical Research Letters, 41, 7924–7932, https://doi.org/10.1002/2014GL061786.
[2] Leaper, R. (2019). The role of slower vessel speeds in reducing greenhouse gas emissions, underwater noise and collision risk to whales. Fontiers in Marine Science, 6, https://doi.org/10.3389/fmars.2019.00505
[3] DFO (2014). Science review of the final environmental impact statement addendum for the early revenue phase of Baffinland’s Mary River Project [Science Response 2013/024]. DFO Canadian Science Advisory Secretariat. https://publications.gc.ca/collections/collection_2014/mpo-dfo/Fs70-7-2013-24-eng.pdf
[4] Laist, D.W., Knowlton, A.R., Mead, J.G., Collet, A.S. and Podesta, M. (2001). Collissions between ships and whales. Marine Mammal Science, 17, 35-75. https://doi.org/10.1111/j.1748-7692.2001.tb00980.x
[5] Ifaw (2021). Ship strikes and whales: preventing a collission course. https://d1jyxxz9imt9yb.cloudfront.net/resource/1114/attachment/original/Ship_strikes_and_whales_-_factsheet.pdf
[6] Marine Mammal Commission (n.a.). North Atlantic Right Whale. https://www.mmc.gov/priority-topics/species-of-concern/north-atlantic-right-whale/
Ferðavinna
[1] Arctic Portal. (n.d.). Sustainable Arctic Tourism. https://arcticportal.org/shipping-portlet/tourism
[2] Bejder, L., Higham, J. E., & Lusseau, D. (2022). Tourism and research impacts on marine mammals: A bold future informed by research and technology. In Marine Mammals: the Evolving Human Factor (pp. 255-275). Cham: Springer International Publishing. https://doi.org/10.1007/978-3-030-98100-6_8
[3] Bearzi, M. (2017). Impacts of Marine Mammal Tourism. Ecotourism’s Promise and Peril, 73–96. https://doi.org/10.1007/978-3-319-58331-0_6
Brúk
Eftirlíknan av náttúruni
[1] Lebdioui, A. (2022). Nature-inspired innovation policy: Biomimicry as a pathway to leverage biodiversity for economic development. Ecological Economics, 202, 107585. https://doi.org/10.1016/j.ecolecon.2022.107585
[2] Baleen Filter (n.d.). https://www.baleenfilters.com/
[3] Biomimicry Institute [@biomimicryinstitute]. (2024, February 18). Instagram. https://www.instagram.com/biomimicryinstitute/p/C3fczQbPaAn/
[4] Goulet, P., Guinet, C., Swift, R., Madsen, P. T., & Johnson, M. (2019). A miniature biomimetic sonar and movement tag to study the biotic environment and predator-prey interactions in aquatic animals. Deep Sea Research Part I: Oceanographic Research Papers. https://doi.org/10.1016/j.dsr.2019.04.007
Klæði og lutir
Matur
[1] Ziegler, F., Nilsson, K., Levermann, N., Dorph, M., Lyberth, B., Jessen, A.A., & Desportes, G. (2021). Local Seal or Imported Meat? Sustainability Evaluation of Food Choices in Greenland, Based on Life Cycle Assessment. Foods, 10(6):1194. https://doi.org/10.3390/foods10061194
[2] Shahidi, F., & Synowiecki, J. (1996). Seal meat: A unique source of muscle food for health and nutrition. Food Reviews International, 12(3), 283–302. https://doi.org/10.1080/87559129609541082
[3] Geraci, J., & Smith, T. (1979). Vitamin C in the Diet of Inuit Hunters From Holman, N.W.T. Arctic, 32(2), 135-139. https://doi.org/10.14430/arctic2611
Frítíðarítriv
[1] O’Connor, S., Campbell, R., Cortez, H., & Knowles, T. (2009). Whale Watching Worldwide: tourism numbers, expenditures and expanding economic benefits (Special report from the International Fund for Animal Welfare). Yarmouth, USA. https://www.cms.int/sites/default/files/document/BackgroundPaper_Aus_WhaleWatchingWorldwide_0.pdf
[2] Marine Mammal Commission (n.d.). The Value of Marine Mammals. https://www.mmc.gov/priority-topics/value-marine-mammals/
[3] Cottam, B. (2023). Gone wild: is wildlife tourism out of control?. Geographical. https://geographical.co.uk/wildlife/is-wildlife-tourism-out-of-control
[4] Jimenez, M. P., DeVille, N. V., Elliott, E. G., Schiff, J. E., Wilt, G. E., Hart, J. E., & James, P. (2021). Associations between nature exposure and health: a review of the evidence. International journal of environmental research and public health, 18(9), 4790. https://doi.org/10.3390/ijerph18094790
[5] Vert, C. (2020). Health Benefits of Blue Spaces During a Pandemic. IS Global.https://www.isglobal.org/en/healthisglobal/-/custom-blog-portlet/espacios-azules-beneficios-para-la-salud-en-tiempos-de-pandemia/
Áhugapartar
Brúkarar
[1] Robards, M. D., & Reeves, R. R. (2011). The global extent and character of marine mammal consumption by humans: 1970–2009. Biological Conservation, 144(12), 2770-2786. https://doi.org/10.1016/j.biocon.2011.07.034
[2] Attitudes to Whaling: Norway 2019. A survey commissioned on behalf of: Animal Welfare Institute, Cetacean Society International, Humane Society International, NOAH: For Dyrs Rettigheter, OceanCare, Pro Wildlife, and WDC, Whale and Dolphin Conservation. https://uk.whales.org/wp-content/uploads/sites/6/2019/10/norway-whaling-whalemeat-attitudes-survey-2019.pdf
[3] Egeland, G. M., Pacey, A., Cao, Z. & Sobol, I. (2010). Food Insecurity among Inuit preschoolers: Nunavut Inuit Child Health Survey, 2007-2008. Canadian Medical Association Journal. 182(3): 243-248. https://doi.org/10.1503/cmaj.091297
[4] Food and Agriculture Organization. The right to food. https://www.fao.org/right-to-food/background/en/
[5] Young-Powell, A. (2022, March 28). ‘Meet us, don’t eat us’: Iceland turns from whale eaters to whale watchers. The Guardian. https://www.theguardian.com/environment/2022/mar/28/meet-us-dont-eat-us-how-iceland-is-turning-tourists-from-whale-eaters-to-whale-watchers
[6] NAMMCO 2017. Marine Mammals: A multifaceted Resource. (Revised version from August 2021). https://nammco.no/wp-content/uploads/2021/08/marine-mammals-a-multifaceted-resource_rev0821.pdf
Eygleiðarar av hvali og kópi
[1] O’Connor, S., Campbell, R., Cortez, H., & Knowles, T. (2009). Whale Watching Worldwide: tourism numbers, expenditures and expanding economic benefits (Special report from the International Fund for Animal Welfare). Yarmouth, USA. https://www.cms.int/sites/default/files/document/BackgroundPaper_Aus_WhaleWatchingWorldwide_0.pdf
[2] Koetje, J. (2020). Whale watching – A win-win for the economy and the whales in Massachusetts. National Marine Sanctuaries. https://sanctuaries.noaa.gov/news/dec20/whale-watching-in-stellwagen-bank.html#:~:text=A%20recent%20study%20revealed%20that,can%20be%20an%20unforgettable%20experience
[3] Suárez-Rojas, C., Hernández, M. M. G., & León, C. J. (2023). Sustainability in whale-watching: A literature review and future research directions based on regenerative tourism. Tourism Management Perspectives, 47, 101120. https://doi.org/10.1016/j.tmp.2023.101120
[4] Bejder, L., & Samuels, A. (2003). Evaluating the effects of nature-based tourism on cetaceans. In N. Gales, M. Hindell, & R. Kirkwood (Eds.), Marine mammals: Fisheries, tourism and management issues (pp. 229-256). CSIRO Publishing.
[5] Zeppel, H. (2008). Education and conservation benefits of marine wildlife tours: Developing free-choice learning experiences. The journal of environmental education, 39(3), 3-18. https://doi.org/10.3200/JOEE.39.3.3-18























































































































