Hjáveiða og vevjing í fiskireiðskapum
Tá havsúgdjór fløkjast í fiskireiðskapi, gørnum og trolum, ella verða krøkt í línu, so drukna tey. Av tí at tað ikki eru tey, ið verða veidd, verður hetta nevnt hjáveiða ella ótilætlaður fongur. Sjálvt um hetta verður nevnt ótilætlað, so er tað í stóran mun væntandi, við tað at tað fyrst og fremst hendir við serligum slagi av útgerð, har gørn eru tey ringastu. Havsúgdjór verða eisini fløkt inn í spøkilsisgørn, tað vil siga gørn, sum skip hava mist ella tveitt í havið.
At fløkjast í reiðskapi er ein trupulleiki, serliga fyri stórhval, so sum kúlubøku og slættibøku, og eisini fyri kóp. Kópur verður ofta hjáveiða, tá fiskað verður við snurriváð ella nót, ella hann verður fastur í fiskireiðskapi, sum er tveittur burtur – ella í øðrum burturkasti á sjónum. Hetta ger tað ómøguligt hjá djórunum at skaffa sær føði. Tey fáa illa flutt seg og mugu brúka nógva orku at svimja. Tað verður alt meira og meira vanligt, at kúlubøka heldur til við strandarøkini við Ísland, Grønland og Noreg. Roknast kann við, at tað verður ein størri og størri trupulleiki hjá kúlubøkuni at fløkjast og verða føst.
Tá ið tað snýr seg um fyrisiting av einum djóraslagi, er tað fyri so vítt eingin munur á einum djóri, sum doyr vegna hjáveiðu og á einum djóri, sum doyr vegna veiðu. Bæði eru tikin úr stovninum. Stóri munurin er, at vit hava ov lítið eftirlit við, hvussu djórið doyr. Eitt djór, sum doyr vegna hjáveiðu, kann verða leingi um at drukna, og hjá einum hvali, ið er vavdur í reiðskap, kunnu tað ganga mánaðir, áðrenn hann doyr so líðandi ein pínufullan deyða.
Keldulisti
[1] Read, A.J., Drinker, P., & Northridge, S. (2006). Bycatch of Marine Mammals in U.S. and Global Fisheries. Conservation Biology, 20: 163-169. https://doi.org/10.1111/j.1523-1739.2006.00338.x
[2] International Whaling Commission. Conservation and Management – Entanglement of large whales. https://iwc.int/management-and-conservation/entanglement
[3] ASCOBANS. (2020, September 4). Bycatch – Still a Major Cause of Small Cetacean Mortality. https://www.ascobans.org/en/news/bycatch-%E2%80%93-still-major-cause-small-cetacean-mortality
[4] NAMMCO. By-catch, entanglement and ship strike. https://nammco.no/by-catch-entanglement-and-ship-strike
Visti tú, at …
- Árliga, altjóða hjáveiðan av havsúgdjórum er mett at vera ein hálv millión, men roknað verður við, at talið hevði verið nógv størri, um alt varð fráboðað [1]
- Mett verður, at um allan heimin doyggja meira enn 300.000 havsúgdjór um árið, tí tey fløkjast í reiðskap ella burturkast í sjónum [2]
- Í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, í Eystursjónum, Írska havinum og í Norðsjónum er ásannað, at hjáveiða er størsta, einstaka atvold til deyða hjá smáhvali [3]
Orðaskifti
Tá ið vit nú vita so nógv um hjáveiðu, sum vit gera, kunnu vit so kalla hana fyri tilvildarliga veiðu?





















































































































