- Niisarnaq
- Grindhvalur
- Grindhval
- Grindehval
- Pilot whale
Grindahvalur er eyðkendur við teirri stóru, rundu kúluni og teir eru tætt knýttir at hvørjum øðrum sosialt sæð. Har familjubólkar vanliga eru 10 – 20 djór, so er tað heldur ikki óvanligt at síggja fleiri hundrað saman. Teir hava fingið navnið frá gomlu trúnni hjá fólkum á Norðuratlantsleiðum, at ein “pilotur” leiddi bólkin (pilot whale). Hendan vitan varð nýtt at reka teir inn í grunnar víkir og firðir, ein siðvenja, sum framvegis livir í Føroyum, sum kallast “grindadráp.”
Visti tú, at tað finnast tvey ymisk sløg av grindahvali í heiminum..? Tað er tann við longum bøksli – og so tann við stuttum bøksli. Í norðara parti í Norðuratlantshavinum eru bert teir við longum bøksli at síggja. Teimum dámar best kaldari havleiðir, har grindahvalur við stuttum bøksli bert er á meira tropiskum havleiðum. Ein annar munur er, at grindahvalur við tí longra bøkslinum hevur so langt bøksl, at tað kann vera upp móti 20 % av allari longdini av hvalinum, og hornið á teimum er eisini størri.
Grindahvalir eru ógvuliga sosialir og liva tætt saman í bólkum, við matriarkum sum leiðarum, vanliga eldri hon-hvalir. Teirra sterka, sosiala samanhald hevur við sær samskipaðan atburð, so sum andadrátt og kavan, og hetta styrkir eyka um teirra sambond. Teir eru ikki bara sosialir sínámillum, teir eru eisini ofta saman við øðrum hvalasløgum og við springarum. Grindahvalur er tíverri kendur fyri at gera landgongd av sínum eintingum, har ein stórur bólkur kann svimja upp á land og liggja har strandaður og lata lív. Sjálvt um tað er ógreitt, hví teir gera tað, so kunnu teirra sterku, sosialu bond vera ein atvoldin til, at tá ið ein hvalur svimur upp á land, so fara allir í bólkinum sama veg.
The situation of pilot whales in the Faroe Islands
We are working on this.
The situation of pilot whales in Greenland
We are working on this.
The situation of pilot whales in Iceland
We are working on this.
The situation of pilot whales in Norway
We are working on this.
The situation of pilot whales in Denmark
We are working on this.
Longd á vaksnum 6.3 metrar
Vekt á vaksnum 2,000 kg
Hámarksaldur 60 ár
Tað etur høgguslokkur, smáfiskur/miðalfiskur, rækjur
Bólkastødd 10-200
Ránsdjór bóghvítuhvalir, stórir hávar
IUCN-støða minst stúran (2023)
Ovurnøgd í Norðuratlantshavinum 380,000
Veitt í
Ljóðheiti: University of Iceland’s Westman Islands Research Centre
Hóttanir
Gransking
Grindahvalir liva í matriarkalskum bólkum, sum merkir, at leiðararnir eru hon-hvalir. Hvørji onnur djórasløg liva í matriarkalskum felagsskapum?




















































































































