Veðurlagsbroytingar
Veðurlagsbroytingar eru langtíðarbroytingar í veðurlagsmynstrinum á jørðini, har hitalag, avfall og vindur eisini er tikið við. Broytingarnar stava serliga frá menniskjaligum virksemi við útláti av vakstrarhúsgassi. Tað er, tá vit brenna lívrunnin brennievni fyri at fáa orku, frá ídnaði, frá landbúnaði og tá vit fella skóg. Høvuðsávirkanin er, at hitin á jørðini hækkar. Hetta fær ískápur og jøklar at bráðna, og tað elvir til, at vit oftari hava ódnir og hitabylgjur.
Veðurlagsbroytingar ávirka longu havsúgdjórini. Í Barentshavinum hava grønlandskópurin og sildrekin minni av spiki, og sildreki og nebbafiskur flyta seg úr Íslandi og Grønlandi, har teir vanliga halda til. Toskastovnurin í Barentshavinum minkar, tí onnur djórasløg, sum eru nýggj í økinum, eta toskin og kappast um føðina. Bóghvítuhvalur fer longri og longri norður, og hetta hevur við sær størri veiðutrýst á hvítfisk og náhval. Haraftrat verða yngulholurnar hjá ringkópinum í verri standi, tí havísurin er vánaligur, og tað er minni av kava. Hetta ger tað lættari hjá ísbjørn og revi at koma fram at nósunum.
Keldulisti
[1] Rantanen, M., Karpechko, A. Yu., Lipponen, A., Nordling, K., Hyvärinen, O., Ruosteenoja, K., Vihma, T., & Laaksonen, A. (2022). The Arctic has warmed nearly four times faster than the globe since 1979. Communications Earth & Environment, 3(1), 168. https://doi.org/10.1038/s43247-022-00498-3
[2] Kovacs, K. M., Lydersen, C., Overland, J. E., & Moore, S. E. (2011). Impacts of changing sea-ice conditions on Arctic marine mammals. Marine Biodiversity, 41(1), 181–194. https://link.springer.com/article/10.1007/s12526-010-0061-0
[3] Duengen, D., Burkhardt, E., & El-Gabbas, A. (2022). Fin whale (Balaenoptera physalus) distribution modeling on their Nordic and Barents Seas feeding grounds. Marine Mammal Science, 38(4), 1583–1608. https://doi.org/10.1111/mms.12943
Visti tú, at …
- Upphitingin í Arktis gongur í minsta lagi tvær ferðir so skjótt fyri seg sum í restini av heiminum. Nakrar kanningar siga enntá fýra ferðir so skjótt [1].
- Veðurlagsbroytingar hava bæði beinleiðis ávirkan, so sum heitari sjógv og minni av havísi og óbeinleiðis ávirkan. Minni av havísi hevur nýggjar møguleikar við sær fyri virksemi hjá menniskjum – og broytingar í føðiketuni
- Djórasløg, sum hava ísin fyri neyðini, eitt nú granarkópur og náhvalur, fara at verða sera meint rakt, men lágarktisk djórasløg, sum flyta seg nógv, verða betur fyri, við tað at tey verða før fyri at koma longri norður og víðka um síni landøki [t.d., 2, 3]





















































































































