- Aarluarsuk, ardluarsuk
- Hnýðingur, blettahnýðir
- Hvitnos, kvitnos, springer
- Hvidnæse
- White-beaked dolphin
Kjafthvítur springari livir í tí kalt tempraða og lágarktiska sjónum í Norðuratlantshavinum. Hann er skjótur og ágrýtin svimjari, og hann ríður ofta á aldum frá bátum. Vanliga ferðast teir í bólkum upp á 5 til 30 djór, men ein stórbólkur við yvir 1.000 springarum kemur eisini fyri!
Teir eru lættir at kenna á tí kraftmikla kroppinum, tí sterkt bygda, bogaða horninum og einari blanding av svørtum, hvítum og gráum avmerkingum. Tó er tað lætt at miskenna teir sum skjóruta springaran. Kjafthvíti springarin livir vanliga longri norðuri enn flestu aðrir springarar. Hann er tað mest vanliga djóraslagið nógvastaðni í norðurhøvum.
Hóast kjafthvíti springarin er mentur til kaldan sjógv, so kann havísurin vera vandamikil fyri hann. Viðhvørt rekur samanstúgvaður ísur á slíkan hátt, at springarar verða innibyrgdir í ísinum. Tá verður tað trupult ella ómøguligt hjá teimum at koma upp til vatnskorpuna at anda. Hetta endar tíverri ofta við, at teir drukna ella verða kroystir av ísinum. Við Svalbard ótu ísbjarnir ein bólk av springarum, sum sat fastur í ísinum [1]. Við Newfoundland í Kanada hendi tað 29 ferðir í árunum 1979 til 1991, at springarar vórðu innibyrgdir av ísi. Tá doyðu umleið 350 springarar [2].
Kjafthvítur springari sæst ofta ríða á aldunum frá bógnum á báti ella skipi. Alduríðingin kann vera fyri at spara orku [3,4], men hann svimur ofta aftur hagar, hann byrjaði [5]. Tí kann tað hugsast, at hann ger hetta meira fyri at spæla enn fyri at koma fram. Fólk hava enntá sæð kjafthvítan springara órógva stóran hval, sum til dømis nebbafisk. Hann ger hetta fyri at fáa hvalin at svimja skjótari, so hann fær eina aldu at ríða á.
Keldulisti
*Catches of white-beaked dolphin and white-sided dolphin are reported together in Greenland
[1] Aars, J., Andersen, M., Breniėre, A. et al. (2015).White-beaked dolphins trapped in the ice and eaten by polar bears. Polar Research, 34, 26612. http://dx.doi.org/10.3402/polar.v34.26612
[2] Dong, J. H., Lien, J., Nelson, D. et al. (1996). A contribution to the biology of the white-beaked dolphin, Lagenorhynchus albirostris, in waters off Newfoundland. Canadian Field-Naturalist,110, 278–287. https://doi.org/10.5962/p.357452
[3] Fiori, L., Davis, R.W., Würsig, B., & Orbach, D.N. (2024). Energetic savings of bow-riding dolphins. Scientific Reports, 14, 30056. https://doi.org/10.1038/s41598-024-81920-y
[4] Williams, T., Friedl, W., Fong, M., Yamada, R.M., Sedivy, P., & Haun, J.E. (1992). Travel at low energetic cost by swimming and wave-riding bottlenose dolphins. Nature 355, 821–823. https://doi.org/10.1038/355821a0
[5] Würsig, B., Thewissen, J. G. M., & Kovacs, K. M. (Eds.). (2017). Encyclopedia of marine mammals (3rd ed.). Academic Press. https://doi.org/10.1016/C2015-0-00820-6
Ljóðheiti: Marianne Rasmussen, University of Iceland
Hóttanir
Gransking
Hava allir kjafthvítir springarar veruliga hvítan kjaft?





















































































































