At eygleiða hval og kóp
Tað er týdningarmikið, at ferðavinnan verður stýrd og skipað væl, tí hon er vorðin ein ídnaður í vøkstri. Myndugleikar og felagsskapir gera ofta reglur fyri at tryggja, at havsúgdjórini hava tað gott, samstundis sum ferðafólk fáa eina góða uppliving. Hesar leiðreglur siga møguliga, hvussu tætt fólk kunnu fara at djórunum, hvussu nógv fólk og hvussu nógvir bátar mugu vera har í senn. Tað eru eisini mørk fyri, hvussu skjótt bátarnir hava loyvi at sigla í einum ávísum øki. Reglurnar tryggja eisini, at ferðaleiðarar og ferðafólk fáa kunning um, hvussu tey vísa djórunum virðing. Við hvørt skulu tey, ið skipa fyri túrunum, hava serligt loyvi. Slíkar reglur verja djórini og tryggja, at náttúruupplivingar framvegis kunnu vera nakað, sum er gott fyri allar partar.
Keldulisti
[1] Arctic Portal. (n.d.). Sustainable Arctic Tourism. https://arcticportal.org/shipping-portlet/tourism
[2] Bejder, L., Higham, J. E., & Lusseau, D. (2022). Tourism and research impacts on marine mammals: A bold future informed by research and technology. In Marine Mammals: the Evolving Human Factor (pp. 255-275). Cham: Springer International Publishing. https://doi.org/10.1007/978-3-030-98100-6_8
[3] Bearzi, M. (2017). Impacts of Marine Mammal Tourism. Ecotourism’s Promise and Peril, 73–96. https://doi.org/10.1007/978-3-319-58331-0_6
Visti tú, at …
- Seinastu 15 árini er ferðavinnan við skipum í Arktis økt við nærum 500 %, og tey seinastu 10 árini er ferðavinnan á landøki í Arktis økt við nærum 800 % [1].
- Ferðavinna og frítíðarvirksemi hótta lívsgrundarlagið hjá 21% av øllum súgdjórasløgum í sjónum, sum eru skrásett á listanum hjá IUCN, sum er altjóða felagsskapurin fyri náttúruvernd [2].
- Tað er trupult at siga, hvørji langtíðarárin ferðavinnan hevur, tí djórini verða órógvað á so mangan hátt kring allan heimin [3].
- Ferðafólk og tey, ið skipa fyri ferðum, eiga at nýta mannagongdir, sum tryggja, at tað at eygleiða djór fer fram á ein ábyrgdarfullan hátt.





















































































































