- Stökkul, höfrungar
- Tumler
- Øresvin, døgling delfin
- Bottlenose dolphin
Hvessingur er ein av kendastu springarasløgunum yvirhøvur. Hann livir í heitum og tempraðum sjógvi um allan heimin. Tú kennir hann lætt aftur á tí runda, fremsta partinum av kúluni, sum líkist eini ’pannu yvir nøs,’ og á kjaftinum, sum sýnist at smílast. Hvessingar liva ofta í sokallaðum “sundur-saman” bólkum . Tað merkir, at bólkasamansetingin støðugt broytist; einstakir hvessingar koma saman og fara so sundur aftur fleiri ferðir um dagin. Hetta gera teir alt árið. Teir eru kendir fyri at vera spølnir og fimir – ofta síggjast teir ’ríða’ á alduni ella leypa upp úr sjónum. Teir eru forvitnir og søkja ofta tætt at bátum, og tí eru teir eisini væl kendir av sjófólki.
Hvessingur er eitt av teimum fáu ikki-menniskjaligu djórunum, sum eru før fyri at nýta tól. Summir seta eitt slag av svampum á trantin at verja seg ímóti hvøssum lutum og eiturbroddum á ymsum djórum, tá ið teir leita eftir føði á havbotninum. Hendan atburð lærir mamman hvølpin, og hetta vísir sosiala læring. Hvessingur er eisini sæddur nýta tómar skeljar at fáa fisk við. Hann tekur skelina upp til vatnskorpuna og ristir hana, so fiskurin dettur beint niður í kjaftin á honum. Hann brúkar eisini lutir at spæla sær við, eitt nú tara, sum hann sveipar um bøkslið ella kúluna, og at kasta við hvalspýggju. Hesin atburður sigur týðiliga nakað um, hvussu klókur hvessingur er, og hvussu forvitin hann eisini er viðvíkjandi sínum umhvørvi.
Hvør einstakur hvessingur hevur sítt egna “eyðkennisbríksl”, sum virkar sum eitt navn. Hesi ljóðini hjálpa teimum at kenna hvør annan og halda sambandið, serliga í gruggutum sjógvi ella tá teir svimja langar teinar. Hvessingar endurtaka ofta ljóðini hjá hvørjum øðrum fyri at kalla ella svara, og tað vísir, at teir hava gott minni og kenna hvør annan aftur. Mamman og hvølpurin eru sera bundin at hesum samskifti, serliga um tey koma burtur frá hvørjum øðrum. Hvessingur minnist enntá eyðkennisljóðini hjá gomlum vinum, sjálvt eftir skilnað í áravís. Hesin samansetti máti at nýta ljóð sýnir framkomna, sosiala tilvitsku og evni at samskifta.
Ljóðheiti: University of Iceland’s Westman Islands Research Centre
Gransking
Hvussu er heilin hjá einum hvessingi øðrvísi enn hjá øðrum springarum? Hvussu heldur tú, hetta er tongt at tí fjølbroytna máta, hann leitar sær føði?





















































































































