- Anarnaq
- Andarnefja
- Nordlig nebbhval
- Njunnefális
- Nordlig døgling
- Northern bottlenose whale
Døglingur er tannhvalur, sum hoyrir til nebbahvalaslagið. Hann livir bert í Norðuratlantshavinum, mest í køldum og subarktiskum sjógvi. Døglingur er grábrúnur á liti, hevur eitt lítið horn á bakinum og ein langan trantn sum hjá springara. Sum aðrir nebbahvalir er hann serkønur í at kava djúpt. Tað djúpasta, vit vita um, ein døglingur hevur kavað, var heilt niður á 2.340 metrar, har hann var undir kavi í 94 minuttir [1].
Kúlan á kalldøglingi er stór og fløt framman, og beinið inni í kúluni er serliga hart. Granskarar halda, at teir brúka høvdið at stanga við [2]. Onkra hendingaferð eru tveir kallhvalir sæddir svimja í ring og síðani beint ímóti hvørjum øðrum og stangast. Roknað verður við, at henda atferð er ein máti hjá kallhvalinum at kappast, kanska um ein maka, á sama hátt sum vit síggja hjørtir ella geitir stangast á landi. Tær sterku, herðaðu pannurnar á kallhvalinum eru sannlíkt lagaðar til hetta, har kvennhvalurin hevur eina meira runda og bleyta kúlu. Kallhvalurin hevur kanska eingi horn, men sterki skølturin ger sama gagn!
Keldulisti
[1] Miller, P.J.O., Kvadsheim, P.H., Lam, F.P.A., Tyack, P.L., Curé, C., DeRuiter, S.L., Kleivane, L., Sivle, L.D.,van IJsselmuide,S.P., Visser, F.,Wensveen,P.J., von Benda-Beckmann,A.M., Martín López, L.M., Narazaki, T. and Hooker, S.K. (2015). First indications that northern bottlenose whales are sensitive to behavioural disturbance from anthropogenic noise. Royal Society Open Science, 2(6), 140484. http://dx.doi.org/10.1098/rsos.140484
[2] Gowans, S., & Rendell, L. (2006). Head-butting in Northern Bottlenose Whales (Hyperoodon ampullatus): a possible function for big heads? Marine Mammal Science, 15(4), 1342-1350. https://doi.org/10.1111/j.1748-7692.1999.tb00896.x
Ljóðheiti: University of Iceland’s Westman Islands Research Centre
Hóttanir
Gransking
Hvussu nógvar tenn hevur døglingur? Hvat brúkar nebbahvalur vanliga tennirnar til?





















































































































