Klæði og lutir
Nærum hvør partur av hvali og kópi kann nýtast, antin beinleiðis ella til framleiðslu av øðrum vørum, so sum klæði og lutir. Bein, tenn og bardur av hvali, kópatenn og høggtenn av roysningi og náhvali, alt hetta verður brúkt til myndaskurð og annað handverk. Mest brúkta tilfarið er kópaskinn, sum er væl dámt vegna eginleikarnar at verja móti vatni og vindi og vegna fastleika. Tað verður nýtt til klæði og lutir, umframt tilfar til tjøld, kajakkir, seingjarteppi, gólvteppi og teppi til sletur og hús.
Úrdráttir av kópi og hvali hava í øldir verið roknaðar sum virðismikið tilfeingi í Grønlandi, Norðurkanada og Alaska, men eisini í Skandinavia, baltisku londunum og longur suðuri í Evropa sum Fraklandi, Spania og Onglandi. Nærhendis Umeå í Svøríki vórðu gamlir kópaskinnsskógvar við metalpíkum funnir, sum kundu hjálpa fólki at ganga á ísi. Álir av kópaskinni vórðu festar undir skíðir, so skíðrennarar kundu ganga í mótbrekku uttan at glíða omaneftir. Í dag verður nylon ella mohair nýtt at gera hesar álir úr, men tær verða enn róptar ‘skinn’. Henda eftirlíknan av sniðum úr náttúruni er eitt dømi um eftirlíknan av náttúruni (biomimicry).
Umframt skinn hava nógvir lutir frá havsúgdjórumgjøgnum søguna verið nýttir at framleiða ymiskar úrdráttir. Fyrr í tíðini vórðu bein úr havsúgdjórum skorin til spælibrikkar í Norðurlondum. Bardur av hvali vórðu nýttar at gera korsett fram til 20. øld. Harumframt varð hvalalýsi brúkt til at gera margarin og sápu fram til miðskeiðis í 20. øld, og nitroglyserin til spreingievni í báðum heimsbardøgunum. Kíkur úr grindahvali varð nýttur sum boya á vanliga føroyska bátinum fram til 1970-árini. Í arktiska økinum vórðu innvølir úr havsúgdjórum evnað til løtt og vatntætt kot, sum kroppurin kundi anda í.
Visti tú, at …
- Kópaskinn er bæði haldgott og lívfrøðiliga niðurbrótiligt.
- Mong upprunasamfeløg líta ikki bert á úrdráttir av kópi til matna og klæði, tey lívbjarga sær eisini við at selja hesar úrdráttir.
- Kópaskinn verður eisini brúkt altjóða sum mótaklæði í flottum sniði.
- Í 2009 bannaði ES innflutningi av øllum kópaúrdráttum. Hóast undantak er fyri vørum frá veiðu hjá upprunafólki, varð hetta undantakið ikki gjørt nóg væl kent. Tí er kópaskinsmarknaðurin hjá upprunafólki dottin niðurfyri, og sostatt er møguleikin hjá hesum samfeløgum at vinna sær pening og hava ein kjans á heimsmarknaðinum tikin frá teimum.
Orðaskifti
Framleiðslan av nútíðarklæðum, sum verja móti vindi og vætu, dálkar umhvørvið við plasti og kemiskum evnum, og tilfarið er ikki lívfrøðiliga niðurbrótiligt. Kópaskinn er ein meira burðardyggur møguleiki. Hvat heldur tú? Tosið saman um fyrimunir og vansar við at nýta hetta ymiska tilfarið.





















































































































