Skerjing av havvistskipanini
Skerjing av havumhvørvinum sum vistskipan fer fram, tá dygdin versnar álvarsliga orsakað av menniskjaligum virksemi. Tá gerst eisini trupult hjá djórum og plantum í havinum at yvirliva. Orsøkirnar eru dálking, upphiting og súrgan av sjónum vegna veðurlagsbroytingar. Her er eisini talan um ovurfisking og oyðilegging av havbotninum. Um oyðingin heldur fram ov leingi, kunnu búøki fara fullkomiliga fyri skeyti.
Fullur skaði á eina vistskipan er, tá hon er fullkomiliga oyðiløgd ella broytt, so einki grundarlag er hjá djórum og plantum at liva har. Hetta kann henda gjøgnum beinleiðis inntriv, so sum námsvinnu, við at dreggja havbotnin, ella tá bygging er í gongd fram við strondini.
Keldulisti
[1] World Economic Forum. (2018, August 3). Only 13% of the world’s oceans are untouched by humans. https://www.weforum.org/stories/2018/08/new-map-shows-that-only-13-of-the-oceans-are-still-truly-wild/
[2] Marine Conservation Institute. 30×30: Protecting at least 30% of the ocean by 2030. Retrieved May 20, 2025, from: https://marine-conservation.org/30×30/
[3] OSPAR Commission. (2022, October 5). 11% of the North-East Atlantic is now protected. https://www.ospar.org/news/mpareport
[4] Akandil, C., Plekhanova, E., Rietze, N., Oehri, J., Román, M. O., Wang, Z., Radeloff, V. C., & Schaepman-Strub, G. (2024). Artificial light at night reveals hotspots and rapid development of industrial activity in the Arctic. Proceedings of the National Academy of Sciences of the United States of America, 121(44), e2322269121. https://doi.org/10.1073/pnas.2322269121
Visti tú, at …
- Bert 13 % av heimsins høvum eru órørd av menniskjum [1]
- Tað finst eitt altjóða átak, har stjórnir standa saman um, at 30 % av havøkinum skal vera havverndarøki (Marine Protect Areas (MPA)) innan 2030 [2]. Hvørja vernd, talan er um í einum MPA, kann vera ymiskt frá øki til øki.
- Í 2022 var 11 % av landnyrðingspartinum av Atlantshavinum partur av hesi vernd [3].
- Við veðurlagsbroytingunum fer ídnaðarligt og annað menniskjaligt virksemi væntandi at økjast í norðurøkjunum [4].





















































































































