Veiðifólk
Við Norðuratlantshavið eru nógv samfeløg, ið veiða havsúgdjór, og hvørt teirra hevur sínar egnu hættir og siðir. Veiðan hjá inuittum í Grønlandi, hjá veiðifólki í Íslandi, Noregi og Føroyum vísir ein ríkan og fjølbroyttan mentanararv. Summi veiðifólk veiða havsúgdjór til lívsins uppihald, treytað av mati og øðrum tilfeingi til familjuna og lokalsamfelagið, meðan veiðan hjá øðrum er eitt lívsgrundarlag at vinna sær pening til familjuna. Veiðan kann vera sum høvuðsstarv, men hon kann eisini vera parttíðarstarv ella frítíðarítriv. Alt eftir slagnum, ið verður veitt, kann veiðan vera árstíðarbundin.
Veiðifeløg hjá veiðifólkunum hava avgerandi týdning fyri, hvørjar reglur og kunngerðir galda fyri veiðivirksemið. Tey stuðla áhugamálum hjá veiðifólkunum, og dentur verður lagdur á at tryggja eina burðardygga útkomu og betra um trygdina hjá veiðifólkunum. Feløgini tosa við fyrisitingarligar myndugleikar og altjóða felagsskapir, eitt nú NAMMCO. Hetta gera tey fyri at tryggja, at ein ábyrgdarfull tilfeingisumsiting arbeiðir fyri burðardyggari veiðu og langtíðar varðveitslu av tilfeingi og veiðisiðvenju.
Orðaskifti
Does the matrix reflect each stakeholder‘s interest and influence in marine mammal management decisions? Move each stakeholder to a position in the graph based on what you think their level of interest and ability to influence decisions is.
Visti tú, at …
- Siðbundna, vistfrøðiliga vitanin hjá veiðifólki verður alsamt meira viðurkend og brúkt í vesturlendskum vísindi.
- Veiðifólk kunnu samstarva við granskarar við at savna inn upplýsingartilfar og úrvaldan fong frá veiðuni.
- Gamal siður er, at vitanin hjá veiðifólkum gongur í arv frá ættarliði til ættarlið, frá teimum eldri til tey ungu.





















































































































