Skipssamanstoytur
Samanstoytir henda millum skip og havsúgdjór, og djórini kunnu tá koma illa til skaða ella doyggja. Tað kunnu vera nógv sløg av skipum, sum sigla á havsúgdjór, bæði farmaskip, fiskiskip, ferðamannaskip, seglskip, skip til hvalaeygleiðing og eisini vatnskutarar. Ofta verður ikki varnast ella fráboðað, tá slíkt hendir. Fyrr varð hugsað mest um vælferðina hjá tí einstaka djórinum, men í dag týðir alt uppá, at slíkir samanstoytir henda oftari enn væntað, og at hetta eisini kann ávirka heilar stovnar av djórum.
Handilsskip sigla ofta gjøgnum øki, sum eru týdningarmikil fyri havsúgdjór. Í hesum økjum leita tey sær føði, tey leggja har og haðani tey flyta frá einum øki til annað. Her er vandin fyri, at djórini verða ásigld, rættiliga stórur. Til dømis sigla skip í sambandi við eina námverkætlan í kanadiska Arktis beint ígjøgnum eitt týdningarmikið øki hjá náhvalinum. Hetta er eitt øki, har náhvalur leggur hvølpar um summarið og leitar sær føði um veturin. Mett verður, at umleið 123 náhvalir eru á hesi leiðini hvørt ár og eru í vanda fyri at verða ásigldir. Hetta er á leið sama tal sum øll veiðikvotan á náhvali í hesum økinum [1].
Tað ber nokk ikki altíð til at sigla uttan um tey øki, sum eru týdningarmikil fyri havsúgdjór, fyri at minka um vandan fyri ásigling. Tí er ein loysn bara at slakka av. Kanningar vísa, at álvarsligur skaði á hval er sjáldsamur, um skipið siglir við undir 14 míla ferð, og nærum eingin skaði við undir 10 míla ferð [2]. At slakka av verjir serliga væl hvalasløg, sum eru sein á sær, tí tey klára ikki at svimja undan skipum, sum koma siglandi beint á. Stór skip klára heldur ikki at snara so skjótt. At slakka av minkar eisini um ljóðdálkingina og útlátið, sum elvir til veðurlagsbroytingar.
Keldulisti
[1] DFO (2014). Science review of the final environmental impact statement addendum for the early revenue phase of Baffinland’s Mary River Project [Science Response 2013/024]. DFO Canadian Science Advisory Secretariat. https://publications.gc.ca/collections/collection_2014/mpo-dfo/Fs70-7-2013-24-eng.pdf
[2] Laist, D.W., Knowlton, A.R., Mead, J.G., Collet, A.S. and Podesta, M. (2001). Collissions between ships and whales. Marine Mammal Science, 17, 35-75. https://doi.org/10.1111/j.1748-7692.2001.tb00980.x
[3] Ifaw (2021). Ship strikes and whales: preventing a collission course. https://d1jyxxz9imt9yb.cloudfront.net/resource/1114/attachment/original/Ship_strikes_and_whales_-_factsheet.pdf
[4] Tournadre, J. (2014), Anthropogenic pressure on the open ocean: The growth of ship traffic revealed by altimeter data analysis. Geophysical Research Letters, 41, 7924–7932, https://doi.org/10.1002/2014GL061786.
[5] Leaper, R. (2019). The role of slower vessel speeds in reducing greenhouse gas emissions, underwater noise and collision risk to whales. Fontiers in Marine Science, 6, https://doi.org/10.3389/fmars.2019.00505
Visti tú, at …
- Í flestu fráboðanum frá samanstoytum snýr tað seg um stóran hval, men øll hvalasløg kunnu koma til skaða.
- Fyri hvønn hval, sum vit vita hevur fingið deyðiligan skaða í einum samanstoyti, eru tað aðrir 20, sum hava verið fyri somu hending, men uttan nakra fráboðan [3].
- Støddin og talið á skipum og ferðin, tey sigla við, er vaksið ógvisligt seinastu 50 árini, og hetta hevur eisini økt um vandan fyri, at skip sigla á hval [4].
- Lækkar ferðin á heimsins skipum við 10 %, so minkar vandin fyri samanstoytum niður í helvt [5].





















































































































