Matur
Í norðaligum strandarøkjum hava havsúgdjór verið ein týðandi kelda til mat í ártúsund, tí tey eru har alt árið og eru løtt at fáa fatur á. Øðrvísi er við tilfeingi á landi og nógvum sløgum av fiski, sum ofta eru avmarkað til ávísar árstíðir. At eta havsúgdjór er framvegis ein stórur partur av matvørutrygdini og mentanarliga trivnaðinum í mongum strandarøkjum. Hóast tað er sunt at eta kjøt frá havsúgdjórum (nógv av vitaminum, mineralum, ómettaðum feittsýrum, súrandevnum), er eisini heilsuvandi tongdur at nøgdini av ávísum dálkingarevnum í kjøtinum.
Náhvalahvølja, kallað mattak í Grønlandi, hevur umleið 38 mg av C-vitamin fyri hvørji 100 g [1]. Til samanberingar hevur ein appilsin umleið 50 mg, men appilsinir vaksa ikki natúrliga í Arktis. Kópakjøt er føðsluríkari kostur enn onnur sløg av kjøti. At eta havsúgdjór hevur vart inuittar móti sjúkum so sum skyrbjóg (C-vitamin-trot). Støðan við skyrbjógvi var vanlig á vesturlendskum, arktiskum rannsóknarferðum fyrr í tíðini. Føðsla av kópi hevur eisini vart fólk móti lívsháttarsjúkum sum hjarta/æðrasjúkum, yvirvekt og sukursjúku.
Havsúgdjór eru toppránsdjór, ið liva leingi, og nógv av teimum eru ovast í føðiketuni. Maturin, tey eta, kann hava nógv eiturevni í sær, tí hesi verða fleiri og fleiri gjøgnum bioakkumulering og bioøking. Hesi dálkingarevni kunnu vera vandamikil fyri fólk, ið eta kjøtið, og tí hava føroysku og grønlendsku myndugleikarnir givið kostráð við hámarkstølum fyri, hvat fólk kunnu eta av havsúgdjórakjøti.
Keldulisti
[1] Geraci, J., & Smith, T. (1979). Vitamin C in the Diet of Inuit Hunters From Holman, N.W.T. Arctic, 32(2), 135-139. https://doi.org/10.14430/arctic2611
[2] Shahidi, F., & Synowiecki, J. (1996). Seal meat: A unique source of muscle food for health and nutrition. Food Reviews International, 12(3), 283–302. https://doi.org/10.1080/87559129609541082
[3] Ziegler, F., Nilsson, K., Levermann, N., Dorph, M., Lyberth, B., Jessen, A.A., & Desportes, G. (2021). Local Seal or Imported Meat? Sustainability Evaluation of Food Choices in Greenland, Based on Life Cycle Assessment. Foods, 10(6):1194. https://doi.org/10.3390/foods10061194
Visti tú, at …
- Føðsluvirðið í kjøti frá havsúgdjórum kann sammetast við bestu úrdráttir úr havinum og er betri enn kjøt frá landbúnaði.
- Lýsi úr hvalalivur var ein týðandi kelda til D-vitamin gjøgnum 1960-árini.
- Matur snýr seg ikki bara um føði men er eisini ein týðandi partur av mentanini.
- Hjá summum fólkum er kjøt frá havsúgdjórum teirra týdningarmesta tilfeingi av mati, og hjá hjá øðrum er tað eitt íkast til matin ella bara krás.
- Týdningurin av føðsluvirði og mentan í siðbundnum mati verður viðurkendur á mongum altjóða pallum
- Í økjum, har tað mesta av øðrum mati skal innflytast, er kjøt frá havsúgdjórum tann mest burðardygga loysnin [3].
Orðaskifti
Staðbundin veidd havsúgdjór kunnu summastaðni vera tað mest burðardygga val av føði, men í vesturlendskum samanhangi verður veiðan ofta roknað fyri at vera óetisk. Hvat heldur tú, er rættast, tá vit tosa um náttúruvernd: at eta burðardygt ella at eta sambært tí, vesturlendingar halda vera rætt?





















































































































