Ljóðórógv
- tey, sum eru áhaldandi og hoyrast í langa tíð, men ikki so hart, sum motorar og sonar frá skipaferðslu og ljóð frá ídnaðarvirksemi.
- tey, sum eru meira brádlig og ljóða hart, men í stytri tíð, so sum frá spreingingum, seismiskum kanningum, frá uppsetan av steyrum á havbotninum og frá ymiskum hernaðarligum virksemi.
Ljóðið í sjónum við Arktis verður alsamt harðari orsakað av veðurlagsbroytingunum. Tá samlaða økið við havísi minkar, og ísurin gerst tynri, lata øki seg upp, sum áður vóru óatkomandi. Hetta gevur nýggjar møguleikar fyri menniskjaligum virksemi, og tað elvir til meiri ljóðdálking [1]. Hesin larmur kann í stóran mun órógva havsúgdjórini, serliga djórasløg, sum eru viðkvom mótvegis ljóði, eitt nú náhvalur. Kanningar hava víst, at náhvalur, sum vanliga kavar djúpt, etur minni og fer á grynri sjógv, tá hann hoyrir larm frá menniskjum [2]. Onnur djórasløg, sum kava djúpt, sum til dømis nevhvalur, hevur tað trupult við brádligum larmi. Tað kann gera, at hann svimur ov skjótt upp til vatnskorpuna og fær kavarasjúku [3].
Keldulisti
[1] Huntington, H. P., Boyle, M., Flowers, G. E., Weatherly, J. W., Hamilton, L. C., Hinzman, L., Gerlach, C., Zulueta, R., Nicolson, C., Overpeck, J. (2007). The influence of human activity in the Arctic on climate and climate impacts. Climatic change 82, 77–92. https://doi.org/10.1007/s10584-006-9162-y
[2] Tervo, O. M., Blackwell, S. B., Garde, E., Hansen, R. G., Samson, A. L., Conrad, A. S., Heide-Jørgensen, M. P. (2023). Stuck in a corner: Anthropogenic noise threatens narwhals in their once pristine Arctic habitat. Science Advances 9, eade0440. https://doi.org/10.1126/sciadv.ade0440
[3] Jepson, P., Arbelo, M., Deaville, R. et al. Gas-bubble lesions in stranded cetaceans. Nature 425, 575–576 (2003). https://doi.org/10.1038/425575a
Visti tú, at …
- Vit menniskju hoyra vanliga bert ljóð millum 20 Hz og 20 kHz. Harafturímóti kunnu havsúgdjór bæði geva ljóð frá sær og hoyra í einum nógv breiðari tónaøki, frá 7 Hz til 160 kHz. Hetta vísir, at havsúgdjór eru nógv meira viðkvom enn vit eru, tá tað snýr seg um óljóð.
- Órógv kann ávirka trivnað og vælferð hjá einstaka djórinum, og hon kann eisini hava avleiðingar fyri allan stovnin.
- Sjálvt um óljóð framvegis er ein avbjóðing fyri umsitingina av havøkjunum, so er tað tó soleiðis, at so skjótt, vit halda uppat við at larma, so er óljóðið burturi. Øðrvísi er við skaðiligum evnum, sum tað kann taka mong áratíggju at niðurbróta.





















































































































