Mentan, samleiki og andligleiki
Havsúgdjór hava ein serligan mentanarligan týdning í nógvum samfeløgum. Í túsundtals ár hava tey umboðað eitt lætt atkomuligt, ríkt og mangan lívbjargandi tilfeingi. Sostatt eru tey ein avgerandi partur av matlistaliga, mentanarliga og andaliga samleikanum hjá mongum strandarsamfeløgum, sum virða og respektera hesi djórini høgt. Teirra gátuføra atferð og yndisligi máti at liva í einum fremmandum og truplum umhvørvi ger tey til hugtakandi skapningar í eygunum á mongum.
Hvalir og kópar eru at finna í sagnum ella søgum um allan heim. Grønlandsslættibøkan er ein týðandi ímynd um áhaldni og mentan hjá inuittum. Í ávísum samfeløgum í útnyrðingspartinum av Norðuramerika verða bóghvítuhvalir knýttir at andunum hjá forfedrunum. Teir kunnu taka kroppin hjá einum druknaðum persóni niður í djúpa havið og skapa hann um til at vera sum ein av teirra egnu. Í keltiskari og norrønari mytologi eru kópar knýttir at umskapan og loyndarmálum. Gátufør kópafólk kunnu skifta ham millum kóp og menniskja við at lata seg úr kópaskinninum ella fara í tað. Kópar eru eisini boðberar hjá inuitisku sjógudinnuni Sednu, sum ræður yvir øllum djórunum í havinum.
Norðurlond hava fyrr havt ovurveiðu av summum hvalasløgum og kópasløgum. Tí blivu hesi djór ímyndin av umsorgan fyri náttúruni og verju av umhvørvinum. Í 1970árunum kom fløgan “Songs of the Humpback Whale” við Roger Payne, sum stuðlaði rørsluni “Save The Whales” (the “Save the Whales” movement). Tá fólk fóru at brúka aðrar úrdráttir, sum vóru lættari at fáa fatur á enn hvalalýsi, samstundis sum tørvur var á at verja ávísar stovnar, broyttist mentanin. Hetta førdi við sær, at altjóða hvalaveiðinevndin (IWC) (International Whaling Commission) í 1982 gjørdi av at steðga allari stórhvalaveiðu við bráðfeingis banni. Samstundis førdi mótstøðan móti kópaveiðu við sær, grundað á moralskt umhugsni, at ES í 2009 bannaði innflutningi av kópaúrdráttum. Men hetta broytir tó ikki ta sannroynd, at havsúgdjór framvegis eru týðandi tilfeingi hjá nógvum fólkum um allan heimin.
Keldulisti
[1] United Nations (General Assembly). (1966). Article 27 International Covenant on Civil and Political Rights. Treaty Series, 999, 171. https://doi.org/10.14430/arctic2611
[2] Sakakibara, C. (2011). Climate Change and Cultural Survival in the Arctic: People of the Whales and Muktuk Politics. Weather, Climate, and Society, 3(2), 76-89. https://doi.org/10.1175/WCAS-D-10-05007.1
Visti tú, at …
- Mentan fevnir um mál, siðir, ritual, vitan, list, trúgv og mat. Mentanin ger ein bólk av fólki serstakan og gevur teimum eina kenslu av at hoyra til.
- Hvala- og kópaveiða er ein viðurkendur, mentanarligur rættur hjá upprunafólki, og hendan rættin mugu londini verja [1].
- Hvalir og kópar sum føði bera við sær eitt ríkidømi av mentanarligum og sosialum hjátýdningum tvørtur um landamørk og gjøgnum tíðir. Hetta snýr seg um samstarv, umsorgan, býti og felagsskap [2].
Orðaskifti
Er ES-bannið móti kópaúrdráttum í stríð við rættin hjá upprunafólki at fremja teirra siðvenju?
Matur okkara ger meira enn at metta kroppin. Hann mettar sálina. Tá eg eti inuitiskan mat, veit eg, hvør eg eri. Eg kenni sambandið við okkara hav, okkara land, okkara fólk og okkara lívshátt.
–Ingmar Egede á Inuit Circumpolar Ráðstevnu, 1995.























































































































