- Ussuk
- Kampselur, Granselur, Kampur
- Storkobbe
- Remmesæl
- Bearded seal
Granarkópur er størsti kópur í Norðuratlantshavinum og verður meiri enn tveir metrar langur. Vektin broytist rættiliga nógv gjøgnum árið, har hon kann skifta millum 250 og 300 kilo. Størsti granarkópur, sum er skrásettur, var ein opna, sum vigaði ikki minni enn 432 kilo! Granarkópur hevur fingið navnið vegna tey longu, hvítu og viðkvæmu granarhárini á tróninum. Á enskum verða teir eisini nevndir square flipper vegna tær stóru lállurnar, sum gerast flatar í endunum. Granarkópur er at síggja um alt arktiska økið. Tað eru tvey týðilig undirsløg: eitt í Atlantshavinum og eitt í Kyrrahavinum.
Hóttanir
Gransking
Veðurlagsbroytingar hava nógvar avleiðingar við sær í arktiska umhvørvinum. Hvørjar broytingar fer granarkópurin at merkja við heitari norðurpólsleiðum og bráðnaðum havísi?





















































































































