Veiða
Hvalaveiða og kópaveiða eru framvegis ein partur av gerandisdegnum hjá mongum norðurlendskum strandarsamfeløgum. Hetta er fyrst og fremst tí, at havsúgdjór liva tætt hjá teimum í stórum tali. Hesi djór eru eitt natúrligt tilfeingi í einum umhvørvi, har tað er lítið av øðrum møguleikum at fara eftir. Tey geva mat og pening umframt arbeiði til nógvar hendur í bygdum, har tilfeingi á landi er avmarkað og arbeiðsmøguleikarnir fáir. At veiða havsúgdjór er ein hóttan móti hvala- og kópastovnunum, um tað ikki verður farið burðardygt fram. Í limalondunum hjá NAMMCO er veiðan undir strongum eftirliti, men hon er framvegis nógv umstrídd millum fólk, bæði í limalondunum og londunum uttanfyri.
Fyrr í tíðini lívbjargaðu strandarfólk sær og veiddu kóp og hval á ein hátt, sum fyri tað mesta var burðardyggur. Tá vóru veiðitrýstið og ávirkanin avmarkað bæði í nøgd og í útbreiðslu landafrøðiliga. Viðurskiftini broyttust, tá vinnulig hvalaveiða og kópaveiða tók seg upp umleið í 11. øld. Í 1600-talinum varð veiðan skipað við heilum skipaflotum, og í 1860’unum gjørdi nýggj tøkni tað møguligt at hava ídnaðarliga veiðu. Hetta førdi til ovurveiðu og hevði við sær, at nøkur djórasløg nærum vórðu avoydd, og onnur vórðu nógv skerd. Hvalaveiða og kópaveiða sum ídnaður seint í 19. øld og í 20. øld gjørdust eitt gott dømi um, hvussu ovurnýtsla og vánalig stýring kunnu skaða djóralívið.
Keldulisti
[1] Lee, S., & Robineau, D. (2004). Les cétacés des gravures rupestres néolithiques de Bangu-dae (Corée du Sud) et les débuts de la chasse à la baleine dans le Pacifique nord-ouest. L’Anthropologie, 108(1), 137–151. https://doi.org/10.1016/j.anthro.2004.01.001
[2] Whale catch (Rocha et al.; IWC) – processed by Our World in Data. “All whale species” [dataset]. Whale catch (Rocha et al.; IWC) [original data]. https://doi.org/10.7755/MFR.76.4.3
Visti tú, at …
- At veiða havsúgdjór fer í minsta lagi 8.000 ár aftur í tíðina [1].
- Flestu sløg av havsúgdjórum í Arktis og sub-Arktis hava verið veidd onkuntíð í søguni, og mong verða enn veidd í dag.
- Samanumtikið verða sjey kópasløg veidd í dag, umframt fýra av seks sløgum av barduhvali og átta av tíggja sløgum av tannhvali, sum vanliga eru í NAMMCO–umsitingarøkinum.
- Týdningarmestu úrdráttirnir frá hvala- og kópaveiðu eru tvøst og spik til matna og kópaskinn.
- Veiðan í NAMMCO-limalondunum er undir strongum eftirliti, og veiðitølini verða væl skrásett.





















































































































