Dálking
Vit kalla tað havdálking, tá ið skaðilig evni enda á sjónum. Hetta kunnu vera kemisk evni, plast, eitt nú net og gørn frá skipum, skarnvatn og olja. Dálkingin stavar eisini frá frárensluvatni frá landøki, frá ídnaði, aling, fiskiskapi og skipaferðslu. Evnini kunnu skaða havsúgdjórini beinleiðis ella óbeinleiðis, tí tey oyðileggja teirra umhvørvi. Vindur og havstreymar føra hesi dálkandi evni við sær til fjarskotnar leiðir, har eingin ídnaður finst. Tað tekur langa tíð at niðurbróta hesi skaðiligu evni, um tey yvirhøvur nakrantíð hvørva.
Keldulisti
[1] International Whaling Commission (IWC). (2020). Report of the IWC Workshop on Marine Debris: The Way Forward, 3-5 December 2019, La Garriga, Catalonia, Spain. SC/68B/REP/03. Available at https://archive.iwc.int/pages/view.php?ref=17025&k=
[2] Nelms, S. E., Barnett, J., Brownlow, A. et al. (2019). Microplastics in marine mammals stranded around the British coast: ubiquitous but transitory? Scientific Reports, 9, 1075. https://doi.org/10.1038/s41598-018-37428-3
[3] Jambeck, J. R., Geyer, R., Wilcox, C., Siegler, T. R., Perryman, M., Andrady, A., Narayan, R., & Law, K. L. (2015). Plastic waste inputs from land into the ocean. Science, 347(6223), 768–771. https://doi.org/10.1126/science.1260352
[4] Kosior, E., & Crescenzi, I. (2020). Solutions to the plastic waste problem on land and in the oceans. In: T. M. Letcher (Ed.), Plastic waste and recycling (pp. 415–446). Academic Press. https://doi.org/10.1016/B978-0-12-817880-5.00016-5
[5] James, N. A., & Große, A. (2023). Marine Mammals and Interactions with Debris in the Northeastern Atlantic Region: Synthesis and Recommendations for Monitoring and Research. In: Grimstad, S.M.F., Ottosen, L.M., James, N.A. (Eds.), Marine Plastics: Innovative Solutions to Tackling Waste. Springer, Cham. https://doi.org/10.1007/978-3-031-31058-4_1
[6] Jepson, P. D., & Law, R. J. (2016). Persistent pollutants, persistent threats. Science, 352(6292), 1388–1389. https://doi.org/10.1126/science.aaf9075
[7] Borrell, A. (1993). PCB and DDT in blubber of cetaceans from the northeastern north Atlantic. Marine Pollution Bulletin, 26(3), 146–151. https://doi.org/10.1016/0025-326x(93)90125-4
[8] Jepson, P. D., Deaville, R., Barber, J. L. et al. (2016). PCB pollution continues to impact populations of orcas and other dolphins in European waters. Scientific Reports, 6, 18573. https://doi.org/10.1038/srep18573p
[9] Murphy, S., Barber, J. L., Learmonth J. A. et al. (2015). Reproductive Failure in UK Harbour Porpoises Phocoena phocoena: Legacy of Pollutant Exposure? PLoS ONE, 10(7), e0131085. https://doi.org/10.1371/journal.pone.0131085
Visti tú, at …
- Minst 8.000.000.000 kg av plasti enda í havinum kring heimin á hvørjum ári [3].
- Á hvørjum ári kemur 80 % av øllum plasti í havinum frá landøki, men tað verður ført út á sjógv av vindi, við áum og við spillvatni [4].
- Minst 60 % av øllum sløgum av havsúgdjórum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum hava etið burturkast ella eru vorðin føst í burturkasti, so sum í gomlum gørnum ella plasti, ið reka í sjónum [5].
- Nýtslan av ávísum evnum hevur verið undir strangum eftirliti síðani 1980’árini, men tey skaða framvegis havsúgdjór í dag [6]. Eitt dømi um hetta er týningarevnið DDT, sum varð brúkt frá 1940 til 1970 at drepa skordýr fyri at økja um ávøkstin í landbúnaðinum. Hetta týningarevnið finst framvegis í spikinum hjá havsúgdjórum [7].





















































































































