Frítíðarítriv
Fyri nógv fólk eru havsjúgdjór eitt frítíðarítriv og til stuttleika. Í náttúruni brúka tey tíð at eygleiða hval ella kóp frá landi ella av sjónum, til dømis við báti, kajakk ella brimbretti, úr luftini við flogfari ella dronu, ella við at snorkla og kava. Skipaðir túrar kunnu draga ferðafólk at sær til strandarøki og geva eina góða inntøku. Sjálvt um slíkt virksemi kann vera til gagns fyri bæði fólk og djóralív, so kann tað eisini órógva djórini nógv, um nógv fólk koma teimum ov nær.
Keldulisti
[1] O’Connor, S., Campbell, R., Cortez, H., & Knowles, T. (2009). Whale Watching Worldwide: tourism numbers, expenditures and expanding economic benefits (Special report from the International Fund for Animal Welfare). Yarmouth, USA. https://www.cms.int/sites/default/files/document/BackgroundPaper_Aus_WhaleWatchingWorldwide_0.pdf
[2] Marine Mammal Commission (n.d.). The Value of Marine Mammals. https://www.mmc.gov/priority-topics/value-marine-mammals/
[3] Cottam, B. (2023). Gone wild: is wildlife tourism out of control?. Geographical. https://geographical.co.uk/wildlife/is-wildlife-tourism-out-of-control
[4] Jimenez, M. P., DeVille, N. V., Elliott, E. G., Schiff, J. E., Wilt, G. E., Hart, J. E., & James, P. (2021). Associations between nature exposure and health: a review of the evidence. International journal of environmental research and public health, 18(9), 4790. https://doi.org/10.3390/ijerph18094790
[5] Vert, C. (2020). Health Benefits of Blue Spaces During a Pandemic. IS Global.https://www.isglobal.org/en/healthisglobal/-/custom-blog-portlet/espacios-azules-beneficios-para-la-salud-en-tiempos-de-pandemia/6008023/0#:~:text=The%20findings%20showed%20that%
Visti tú, at …
- At eygleiða hval er nógv tað størsta, fíggjarliga virksemi, sum hevur við hval at gera [1].
- Vinnan í sambandi við at eygleiða hval bar við sær umleið 13.000 størv og eina inntøku á 2 milliardir dollarar í alheims høpi í 2012 [2].
- Uttandura frítíðarítriv, so sum at eygleiða hval ella kóp, kunnu stundum hava vísindalig og námsfrøðilig endamál við sær.
- Vøksturin av sosialum miðlum og ávirkanin av heimildarsendingum um náttúruna hevur styrkt vinnuna viðvíkjandi at eygleiða djóralívið í náttúruni [3].
- Tað er prógvað, at tað at uppliva náttúruna, serliga í sjónum, hevur bæði likamligar og sálarligar fyrimunir [4, 5].





















































































































