- Aataaq
- Vöðuselur
- Grønlandssel
- Dealljá
- Grønlandssæl
- Harp seal
Grønlandskópurin er ein miðalstórur kópur, sum heldur til í Norðuratlantshavinum. Tað er mest fjølmenta kópaslagið á hesum havleiðum. Grønlandskópurin hevur fingið enska navnið Harp seal eftir sermerktu strípuni við hørpuskapi, sum vaksnu brimlarnir hava á bakinum og fram við liðini. Restin av kroppinum er hvítur ella ljósagráur. Vaksnar opnur hava vanliga ikki so týðiliga hørpustrípu á bakinum, men heldur meiri ljóst skinn við myrkum blettum. Á veiðu kann grønlandskópurin kava 400 metrar niður og vera undir í sjónum í umleið 16 minuttir.
Ljóðheiti: Heidi Ahonen, Norwegian Polar Institute
Gransking
Tað er ikki greitt, hvussu nógv ið er til av grønlandskópi og klappusi í Norðuratlantshavinum. Hví er tað ein avbjóðing hjá granskarum at meta um stovn hjá hesum djórasløgunum?





















































































































