Arktiskar tillagingar
Næmingarnir sleppa sjálvir at royna, hvat slag av bjálvingartilfari hjá djórunum í Arktis er heitast.
Tíðarskeið: 75 minuttir
Bakgrund
Í lívfrøði snýr tillaging seg um lívmenningar tilgongdina, har eitt djóraslag verður betur ført fyri at liva í sínum umhvørvi. Undir hørðu arktisku umstøðunum er lívið hjá havsúgdjórunum treytað av tjúkka spikinum fyri at tola tann ógvisliga kuldan. Hetta tætta fitilagið virkar sum ein sera góð bjálving móti kulda. Ikki nokk við tí, spikið virkar eisini sum ein lívsneyðug orkukelda, ið heldur lív í djórunum í tíðarskeiðum við mattroti og føstu.
Arbeiðsháttur
Royndin verður endurtikin fleiri ferðir, annaðhvørt av sama næmingabólki ella einum øðrum, við ymiskum bjálvingartilfari. Hvør bjálvingarhandski umboðar ymisk bjálvingarsløg, alt eftir hvar tit eru komin í royndini. Í hvørjari roynd eru tríggir ymiskir leiklutir, og næmingarnir skulu skiftast um hesar: tøkningur (T), granskari (G) og dátuskrásetari (D).
- Tøkningar skulu gera royndartilfarið klárt til granskaran og hjálpa til.
- Granskarar skulu stíla fyri royndini sum kanningarfólk.
- Dátuskrásetarar skulu máta og skráseta dátur frá royndini og hjálpa tøkningunum.
- G stingur hondina í bjálvingarhandskan, og T setur hitamátaran inn í handskan. Spíssurin á hitamátaranum skal vera nærindis miðliðinum á longutong hjá G, ella í minsta lagi sama stað í hvørjari roynd.
- D skrásetur byrjanarhitan og skrivar hann í talvuna (
Arbeiðsark 1).
- G stingur hondina við bjálvingarhandskanum niður í ísvatnið, so langt sum gjørligt uttan at vatn kemur inn í handskan. T startar stoppurinum.
- Fyri hvørt 10. sekund lesur T hitan hart upp, og D skrásetur hitan í talvuna (
Arbeiðsark 1), í tilsamans 90 sekund (sí stig 5).
- G hevur bjálvaðu hondina í ísvatninum í 90 sekund, ella til hitamátarin vísir 15,0 °C. Tryggið tykkum, at G tekur hondina til sín fyrr, um hann/hon byrjar at fáa ilt í hana!
- Tá G tekur hondina úr ísvatninum, skal hon spakuliga koyrast í spannina við lunkaðum vatni. Royndin er nú liðug. Latið hondina hjá G hitna til innan fyri 2 °C frá byrjanarhitanum (hitanum frá stigi 2).
- Teknið úrslitini í talvuna (
Arbeiðsark 2).
- Endurtakið stig 1-7 fyri øll tey ymisku bjálvingarsløgini og byrjið við ongari bjálving.
Eftirfylgjandi orðaskifti
- Kannið úrslitini í talvuni og á teknaðu strikumyndini. Lýsið nakrar av yvirskipaðu ábendingunum, sum tit síggja.
- Hvør viðgerð gav lægsta hitastigið upp á stytstu tíð?
- Hvørjar aðrar tillagingar brúka havsúgdjór fyri at tola hørðu arktisku umstøðurnar?
Førleikamál
Tilfar
- Ziplock plastposar
- Stórur plastkassi (ella annar vatntættur kassi)
- Kalt vatn og ísterningar
- Bjálvingartilfar (dún, reindjóraskinn), bløðruplast (umboðar innibyrgdari luft í skinninum), majonesa ella annað fituevni at umboða spik frá havsúgdjórum.
- Klisturband
- Stoppur
- Dátutalva (
Arbeiðsark 1)
- Strikumynd (
Arbeiðsark 2)























































































































