Skifti í føðineti
Hvør etur hvønn? Næmingarnir skulu seta lívverurnar á rætta plássið í føðinetinum og gera røttu sambondini. Hvussu hanga tey saman?
Bakgrund
Eitt føðinet fevnir um allar tær samantvinnaðu føðiketurnar í einari ávísari vistskipan. Hvør lívvera í einari vistskipan er partur av fleiri føðiketum, sum umboða ymsu leiðirnar, ið orka og føðsluevni kunnu fylgja, tá hesi fara gjøgnum vistskipanina. Hesar ketur kunnu fevna frá einføldum og stuttum til samansettar og langar ketur. Tilsamans mynda hesar umskarandi føðiketurnar eitt føðinet.
Føðiketur byrja við frumframleiðarum. Tað eru lívverur, sum skapa sína egnu føði gjøgnum fotosyntesu við at brúka sólarljós og koltvísúrevni (CO2). Næsta stigið verður kallað frumbrúkarar, og tað eru plantuátarar, sum eta frumframleiðararnar. Brúkarar á øðrum stigi, sum eru kjøtetandi djór ella altetandi, eta frumbrúkararnar. At enda koma brúkarar á triðja stigi, ella toppránsdjór, sum eta bæði frumbrúkarar og brúkarar á øðrum stigi og halda sostatt javnvág í føðinetinum.
Framferðarháttur
- Být eitt sett av lívverum (
Arbeiðsørk 2) og bakgrundini (
Arbeiðsørk 3 and
Arbeiðsørk 4) út til hvønn bólk.
- Lat næmingarnar skipa lívverurnar. Bið tey festa tær útkliptu lívverurnar á rætta plássið og tekna pílar fyri at lýsa føðinetið, soleiðis sum tey skilja tað (sí dømi niðanfyri). Ein stutt frágreiðing um best dámdu føðina hjá hvørji lívveru er at finna á
Arbeiðsørk 1 og á GUARDNA-uppsløgunum. Eggja næmingunum at leita sær meira vitan, um tað er neyðugt.
- Hvør bólkur leggur sítt føðinet fram fyri hinum í flokkinum.
- Samanber føðinetini hjá bólkunum og vís síðani loysnina við einari frágreiðing (sí tær góðu tilsipingarnar í partinum: ’Eftirfylgjandi orðaskifti’).
- Hong eitt av føðinetunum upp í floksstovuni og halt fram við partinum: Eftirfylgjandi orðaskifti.
Eftirfylgjandi orðaskifti
- Í hesi royndini hava næmingarnir myndað eina einfalda útgávu av arktiska føðinetinum. Hvørji onnur djór ella lív á ávísum menningarstigi vildi tú lagt aftrat føðiketuni?
- Hvat hevði hent við hinum djórunum í føðiketuni í sjónum, um ein stórur fiskur, til dømis toskur, varð ovfiskaður?
Víðkan
Kannið ávirkanina frá menniskjaligum virksemi á føðinet í sjónum. Brúkið og tosið um GUARDNA “Hóttanar”-uppsløgini fyri at skilja, hvussu dálking, ovurfisking, veðurlagsbroytingar og annað menniskjaligt virksemi ávirkar ta fløktu javnvágina í føðinetunum í sjónum.
Lærið um vistfrøðiligt grundaða fyrisiting. Vanliga settu granskarar og fyrisitarar mest sjóneykuna á einstøk djóra- og plantusløg, tá teir granskaðu og mæltu til ávísar fyrisitingarreglur. Men sum tit hava lært, so eru vistskipanir samansettar og tætt tvinnaðar saman at hvør aðrari. Um vit bert leggja dent á eitt djóra- og plantuslag uttan at hyggja at sambandinum við onnur djóra- og plantusløg og teirra leiklut í vistskipanini sum heild, kann tað hava vánaligar avgerðir við sær í fyrisitingini. Í dag er fyrisiting farin meira yvir til at vera fyrisiting grundað á vistskipan. Tað er ein heildarætlan, ið tekur hædd fyri allari vistskipanini, og eisini ávirkanini frá menniskjum, tá avgerðir verða tiknar um tilfeingisumsiting. Hendan mannagongd byggir á meginreglur um eina fyrisiting, sum lagar seg til og loyvir tillagingum, sum eru grundaðar á varandi eygleiðingar og afturboðanir.
Førleikamál
Tilfar
Related GUARDNA cards
Havsúgdýr
Áhugapartar
Áhugapartar





















































































































