Ferðin um havið
Í hesi uppgávuni skalt tú spæla “Bingo” fyri at læra, hvussu hvalur ferðast.
Tíðarskeið: 90 minuttir
Bakgrund
Vísindafólk kanna ferðamynstur hjá hvalum og springarum fyri at skilja og meta um ávirkanina frá menniskjaligum virksemi. Endamálið við kanningunum er at verja týdningarmikil búøki, eitt nú har djórini leggja hvølpar ella leita sær føði. Vísindafólkini hava eisini eftirlit við vistfrøðiligu støðuni, og hvørja ávirkan veðurlagsbroytingarnar hava. At vita, nær og hvagar hvalir ferðast, er avgerandi fyri at kunna eina skynsama umsiting á økinum og verja djórini væl.
Fyri at fylgja hesum ferðamynstrunum brúka vísindafólk ofta fylgisveinatól. Við teimum ber til at fáa vitan um ferðina hjá hvalunum runt allan knøttin. Ein verkætlan, sum er í løtuni, við fylgisveinamerking er MINTAG-verkætlanin. Málið við MINTAG er at menna tól, sum kunnu fylgja stórum og skjótum nebbafiskum og øðrum áhugaverdum hvalasløgum alt árið. Serliga verður hugt eftir nebbafiski, sildreka og grindahvali. Hetta gevur víðfevndar dátur um, hvar djórini eru og hvussu tey møguliga virka saman við menniskjaligum virksemi.
Arbeiðsháttur
Í hesi uppgávuni skulu næmingarnir spæla eitt slag av bingo við eini øðrvísi gongd. Í staðin fyri at seta kross við tøl, skulu tey merkja støð á einum landkorti.
Hvørt punkt verður eyðmerkt við krosstølum, skrivað sum (X,Y). Fyrra talið (X) umboðar longdarstig, og seinna talið (Y) umboðar breiddarstig. Fyri at tekna eitt punkt, skulu næmingarnir seta ein blett á kortið har, sum krosstølini umskarast.
- Gev hvørjum næmingi eitt “bingo”-kort, sum er eitt landkort, ið vísir leiðina hjá einum hvali (landkortini á
Arbeiðsørk 1).
- Lærarin lesur síðani krosstølini upp – annaðhvørt tilvildarliga (síðu 4) ella við at brúka
Krosstals-veljari. Les krosstølini upp, so sum tey eita, so næmingarnir venja seg við heitið. Til dømis: Les “79°N, 10°E” sum “níggjuoghálvfjerðs stig norður, tíggju stig eystur”.
- Næmingarnir skulu leita eftir krosstalinum, sum er lisið, á teirra landkorti. Er krosstalið á kortinum, skulu næmingarnir seta ein ring um tað. Er krosstalið ikki á kortinum, skulu teir seta ein kross á rætta staðið.
- Tá ið ein næmingur hevur sett ring um øll krosstølini á sínum korti, rópar viðkomandi “BINGO”. Lærarin kannar síðani kortið fyri at vátta, at alt er rætt.
Eftirfylgjandi orðaskifti
- Sammetið kortini hjá hvørjum øðrum. Leggið til merkis, at allar ferðaleiðirnar fylgja einum norður-suður mynstri. Hví halda tit, at tað er so? Kunnu tit gita, hvat hendir á teimum norðaru og syðru økjunum?
- Summi djór í hesi uppgávuni eru av sama djóraslagi men hava ymiskar ferðaleiðir – til dømis nebbafiskur. Hví man tað vera so? Hvørjum avbjóðingum kunnu hesi djórini verða fyri á teirra ymisku ferðaleiðum? Hugsið um hugtøkini “stovnur” og “undirstovnur” í frágreiðingini.
- Hildið verður, at hvalir sjáldan eta, tá teir ferðast, og als ikki í tíðarskeiðnum, tá teir leggja hvølpar. Hvussu bera teir seg at við tí?
Víðkan
- Fylgið MINTAG-merktu hvalunum. Á MINTAG-síðuni ber til her og nú at fylgja ferðini hjá hvalum, ið eru merktir við MINTAG-tólum. Har ber eisini til at síggja film um, hvussu merkingin fer fram.
Førleikamál
Tilfar
- Skrivitilfar
- “Bingo”-uppsløg (
Arbeiðsørk 1)
- Saksur
Krosstals-veljari (ella talvan á síðu 4 í hesum skjali)
Related GUARDNA cards
Havsúgdýr
Áhugapartar























































































































