Slóðin eftir okkara matnýtslu
Í hesi uppgávu skalt tú brúka vísindaligar dátur at meta um, hvørjar av teimum kannaðu matvørunum av djórum hava minstu kolevnisslóð í Grønlandi.
Tíðarskeið: 90 minuttir
Bakgrund
Valini, vit taka um matnýtslu og matframleiðslu, hava stóra ávirkan á bæði okkara heilsu og umhvørvið. Hvørt stig í ringrásini hjá matvøruni elvir til vakstrarhúsgass, sum hevur við sær veðurlagsbroytingar. Hetta er galdandi fyri bæði vøkstur, tilvirkan, flutning, útbreiðslu, matgerð, nýtslu og burturbeining. Okkara kolevnisslóð er tann mongdin av vakstrarhúsgassum, eitt nú koltvísúrni (CO2) og metan, sum stendst av okkara virksemi. Matframleiðsla stendur fyri umleið einum triðingi av øllum vakstrarhúsgassum, sum vit menniskju elva til. Tí hevur matur og alt tað, vit gera í sambandi við mat, stóra ávirkan á kolevnisslóðina.
Veðurlagsávirkanin (kolevnisslóðin) frá mati kann mátast í nøgd av útláti av vakstrarhúsgassum, gjørt upp í kilo av koltvísúrni (kg CO2 e) samsvarandi hvørjum kilo av mati (kg av mati). Vanliga verða matvørur frá djórum settar í samband við mest útlát av vakstrarhúsgassum, men er tað eisini galdandi fyri allar aðrar matvørur frá djórum? Hvørji onnur viðurskifti í matframleiðsluni ávirka útlátið av vakstrarhúsgassum?
Arbeiðsháttur
Í hesi uppgávuni skulu næmingarnir rokna út kolevnisslóðina frá ymiskum øðrum matvørum frá djórum, sum verða etin í Nuuk í Grønlandi. Vit hyggja at høsnakjøti og svínakjøti, sum verður flutt úr Danmark við skipi ella flogfari, og kópakjøti, sum er veitt í grannalagnum (annaðhvørt nær ella langt frá býnum). Næmingarnir skulu meta um útlátið av vakstrarhúsgassum á teimum ymsu stigunum í framleiðslu og flutningi – frá bóndagarðinum ella markini – til brúkaran.
Á
Arbeiðsark 1 eru allar talvur, sum skulu brúkast í uppgávuni. Á
Arbeiðsark 2 er ein krossskipan, har úrslitini skulu teknast inn.
Næmingarnir byrja við at rokna útlátið frá flutningi av svína- og høsnakjøti úr Danmark til Grønlands við bæði skipi og flogfari við at nýta dáturnar í talvu 1, 2 og 3 (
Arbeiðsark 1). Í talvu 4 eru upplýsingar um vakstrarhúsútlátið frá framleiðsluni av svína- og høsnakjøti (landbúnaður og dyrkan av fóðuri til hesi djórini) og útlátið frá kópaveiðu íroknað brennievni til túrin og til lóður (dátur frá Ziegler et al., 2021;
Arbeiðsark 1). Næmingarnir skulu brúka hesi tølini fyri at rokna út samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi frá framleiðslu og flutningi av øðrum djóramati í Grønlandi. At enda skulu teir sammeta útlátini við at seta dáturnar inn í eina krossskipan (
Arbeiðsark 2).
- Byrjið við at rokna útlátið av vakstrarhúsgassum við at flyta 1 kilo av svína- ella høsnakjøti av einum bóndagarði í Aalborg í Danmark til havnina í Nuuk í Grønlandi. Brúka upplýsingarnar í talvu 1 til at fylla út talvu 2 (
Arbeiðsark 1). Gevið tykkum far um mátieindirnar!
- Skrivið ”samlaða útlátið fyri skipaflutning úr Aalborg til Nuuk” í talvu 2.
- Gerið tað sama sum í stigunum 1 og 2, men brúkið hesa ferð talvu 3 til at rokna útlátið fyri flutning av svína- og høsnakjøti við flogfari.
- Avritið úrslitini yvir í talvu 4 og teknið tey inn í eina stabbamynd (
Arbeiðsark 2) fyri hvørt føðsluevni sær. Brúkið ymiskar litir fyri hvønn tilfarslut (framleiðslu, flutning, brennievni o.s.fr.), sum elvir til samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi.
Framhaldsorðaskifti
- Hvør annar møguleiki er í Grønlandi við matvøru frá djóri, sum hevur minstu kolevnisslóð? Halda tit, at sama matvøra hevur líka lítla kolevnisslóð í øllum Norðuratlantshavinum?
- Hví hevur flutningur av matvørum við skipi so lítið útlát av vakstrarhúsgassum? Tosið saman um teir báðar flutningshættirnar (skip mótvegis flogfari). Hvat er munurin, tá ið vit flyta stórar mongdir av mati? (Minnist til, at útlátið verður roknað fyri hvørt kilo av mati!)
- Er burðardygd bert ein spurningur um kolevnisslóð? Kannið hugtøkini “burðardyggar matvøruskipanir” og “kolevnis-tunnilsjón”.
Víðkan
- Lagið tykkara matval eftir, hvar tit eru stødd. Sum tit hava lært í hesi uppgávuni, dálkar skipaflutningur bara ein lítlan part av kolevnisslóðini, tongt at hvørjum einstøkum, ymiskum slagi av djóramati. Hóast tað vanliga er sunnari og meira burðardygt at eta staðbundnan mat eftir árstíðini, so er slagið av mati, tit eta, avgerandi fyri støddina á kolevnisslóðini. Viðurskifti, so sum nýtsla av lendi og vatni, hvussu djórini verða ald og mannagongdir í landbúnaðinum, hava sera nógv at siga fyri kolevnisslóðina. Á meginlandinum í Europa kann tað minka munandi um slóðina, um vit eta minni av reyðum kjøti og mjólkaúrdráttum og heldur velja høsnarungar, svínakjøt ella grønmeti sum aðrar møguleikar. Minnist til, at tað er týdningarmikið, at hesi ráðini lagast eftir staðbundna samanhanginum, sum tit júst hava sæð í døminum frammanundan!
- Minkið um matoyðsl. Tá ið matur verður tveittur burtur, missa vit ikki bara matin, men eisini alla orkuna, lendið, vatnið og tøðini, sum vórðu brúkt til framleiðslu, pakkitilfar og flutning. Við at minka um spill spara tit ikki bara pening, men tit minka um útlátið av vakstrarhúsgassum og eru við til at varðveita tilfeingið til komandi ættarlið. Keypið bara tað, tit hava brúk fyri, ansið eftir lokadagfesting, og ivist ikki í at eta tær eitt sindur brúnligu bananirnar, sum liggja í køkinum.
Førleikamál
- Madkunskab (valgfag), Biologi, Fysikkemi, Geografi, Matematik
- Alisfrøði og evnafrøði 7.-9. floksstig, Heimkunnleiki 6-10, Lívfrøði 7-9,Samfelagsfrøði 7-9, Støddfrøði frá 1.-10. floksstig
- Uumassusilerineq, Fysik-Kemiimi, Pinngortitaleriffiusumik nunalerineq, Matematikki
- Náttúrugreinar, Samfélagsgreinar, Stærðfræði
- Ideer og praktisk forskning (FIP01-02), Internasjonalt samarbeid (ISA01-02), Matematikk 1-10 (MAT01-05), Matematikk fordypning (MAT07-02), Mat og helse (MHE01-02), Naturfag (NAT01-04), Samfunnsfag (SAF01-04)
Tilfar
- Talvur at loysa uppgávuna við (
Arbeiðsark 1)
- Krossskipan (
Arbeiðsark 2)
- Tilfar at skriva og tekna við
Related GUARDNA cards
Havsúgdýr
Áhugapartar
Brúk
Hóttanir





















































































































